betri-kvinnur

Mira og Fríða á WU17 landsliðnum.

Í hesum døgum er WU17 landslið okkara í Bulgaria til EM-undankapping. HB eigur tveir leikarar í hópinum, talan er um Miru B. Laursen og Fríðu M. Jakobsen. Føroyar spældu leygardagin móti Kroatia, og tann dystin vann Kroatia sera tepurt 1-0. Seinni

4 á U17-landsliðnum

Tær fýra, Teresa, Gunnvá, Lea og Astrid eru við U19-landsliðnum í Litava, har EM-undankapping er á skránni. Tær hava spælt tveir dystir. Tær vunnu tann fyrra ímóti Litava 3-1, og taptu annan dystin ímóti Íslandi. Síðsti dystur á ferðini verður mánadagin,

Rúna ársins leikari

Kvinnurnar hava valt Rúnu Jacobsen til ársins HB-leikara. Rúna hevur verið sera eyðsýnd í ár, og hevur eisini bitið seg fasta í landsliðshópin. Vit ynskja Rúnu til lukku við viðurkenningini.

Gullnálir handaðar

Á ársveitsluni vóru fimm gullnálir handaðar. Á spælarasíðuni fingu Dan í Soylu, Daniel Johansen, Ása á Reynatúgvu og Jónvá Hentze gullnálir fyri at hava spælt yvir 100 landskappingardystir á besta liðið felagsins. Jóannes Mouritsen fekk eisini handað gullnál fyri 10-ára nevndararbeiði. Til

Upphiting til steypafinaluna

Leygardagin seta vit punktum fyri kappingarárinum 2022, tá kvinnurnar spæla steypafinalu ímóti KÍ á Tórsvølli. Dyrnar í HB-húsinum lata upp kl. 13, og tá bjóða vit smyrjibreyð. HB-handilin er opin, og vit standa eisini klár við andlitsmálingini. Dysturin byrjar kl. 15, og atgongumerki

Parkeringsviðurskifti 29. oktober

Í samband við steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum leygardagin 29.okt. verða ferðsluviðurskiftini umskipaði í Gundadali frá kl 13:00 til 21:00 Ein ferðsluforðing verður sett upp beint við vegin niðan á høllini á Hálsi. Tvs. at parkering verður ikki loyvd innan fyri

Sølan gongur skjótt

Atgongumerkjasølan til ársins steypafinalur gongur við rúkandi ferð, so tað ræður um at skunda sær, um man skal tryggja sær pláss til steypafinaluna 29. oktober. Atgongumerkið er galdandi til bæði kvinnu- og mansfinaluna, og tí er Tórsvøllur býttur upp í økir,

Finaluplássið stendur uppá spæl

Fyrra hálvfinalan á Skála endaði við einum 2-0 tapi. Tí er kravið ein sigur uppá minst tvey mál, um vónirnar um steypafinaluna skulu røkkast. Og trúgvin uppá at tað kann lata seg gera, er til staðar. Tí vit skulu ikki skrúva

Góða ólavsøku

HB ynskir øllum eina góða ólavsøku. Eftir 2 ár við korona avmarkingum, var ólavsøkuskrúðgongan aftur sum hon plagdi at vera. Og sum vit síggja á myndunum, vóru nógvir HBarar møttir í reyðum og svørtum.