Viljormur og Bjarti eru úttiknir til A-landsliðið, sum skal spæla tveir heimadystir í oktober. Tá Føroyar í september spældu ímóti Kroatia, setti Viljormur met fyri flest spældar minuttir á føroyska landsliðnum – 7.426. Nakrar dagar seinni legði hann 90 minuttir afturat
Heini og Ejvind eru aftur úttiknir til U21-landsliðið við monnum. Hópurin er neyvt tann sami, sum varð úttikin seinast. U21-landsliðið hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá EM-undankappingina, har teir, aftaná tríggjar dystir, hava fult stigatal. Báðir dystirnir hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum
Leygardagin var síðsti dystur hjá 2. deild monnum. Hesin endaði við 11-1 sigri, og harvið eru vit suverenir vinnarar av 2. deild. Uppflyting og 1. pláss var longu tryggjað, og eftir dystin fingu teir handað gullheiðursmerki og steyp. Mynd: FaroeSoccer
Við málið frá Rúnu megnaðu okkara kvinnur at vinna steypafinaluna ímóti favorittunum úr KÍ. Undan dystinum var oddaliðið úr Klaksvík mett at vera stórfavorittur, men sum ein vælkend málslig tugga sigur, so eru finalur nakað serligt, og favorittleikluturin er ikki altíð
Í samband við steypafinaluna leygardagin verður skipað fyri upphiting í HB-húsinum. Tiltakið byrjar kl. 16, tá dyrnar lata upp. Har verður m.a. møguleiki at fáa sær andlitsmáling. Kioskin er opin, og møguleiki verður at keypa sær okkurt at eta, og okkurt
Leygardagin 27. september spæla kvinnurnar steypafinalu ímóti KÍ. Hoyr hvat Fríða hevur at siga undan dystinum.
Eftir eitt ár í Gundadali tók Halla Morgan Ejdesgaard fyrr í summar næsta stigið á yrkisleiðini. HB er skift út við Fortuna Hjørring, har Halla er knýtt at ungdómsdeildini hjá Fortuna Hjørring, Dana Cup Academy. Fortuna Hjørring er ikki hvør sum
Leygarmorgunin 2. august bórust boðini um, at Tønnis Wardum var farin, 76-ára gamal. Tønnis var havnarmaður við stórum H, føddur 9. apríl 1949, og uppvaksin uppi undir Varða í Havn. Eftir 7. flokk fór hann sum messudrongur við Bliki og var við
Jonas Enkerud hevði eitt ynski um at sleppa heim aftur til Norra, og hetta hava vit gingið á møti. Jonas hevur frá fyrsta degi víst ein ótrúliga góðan hugburð. Hóast mótgongd í byrjanini hevur hann hildið høvdið høgt og arbeitt hart











