Vegna skaða hevur René givið avboð til landsdystirnar ímóti Malta og Andorra. Avloysarin er funnin í sama umklæðingarrúmi, tí landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir Hera Hjalt Mohr. – Um eg eri glaður? Ja, for sørin. Glaður er ikki orðið. Tað følist
Tað er ikki bara á A-landsliðnum at vit eru umboðaðir. U21 landsliðið við monnum varð eisini úttikið í dag, og millum teir, ið eru úttiknir, eru teir tríggir úr HB – Samuel J. Chukwudi, Mads Mikkelsen og Pætur J. Petersen. U21-landsliðið
Nýggi føroyski A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericson, hevur úttikið sín fyrsta landsliðshóp. Og millum teir 23 leikararnar, finna vit heili 6 leikarar úr HB. Teir eru: Teitur Matras Gestsson Daniel Johansen Heðin Hansen Adrian Justinussen Dan í Soylu René
Hósdagin spæla vit Europa League dyst ímóti Glentoran FC, og vit vilja sjálvandi geva okkara fjepparum møguleika at síggja dystin. Tí hava vit gjørt avtalu við InPlayer um at stroyma dystin. Dysturin kann keypast umvegis okkara heimasíðu á hb.fo/stroyming, og
Eftir koronasteðg nr. 2, fara venjingarnar so smátt at byrja aftur hesa vikuna. Kappingarnar hjá barna- og ungdómsliðum byrja aftur 29. august, meðan tær vaksnamannadeildir, ið hava verið ávirkaðar av steðginum, byrja aftur 22. august. Venjararnir hjá teimum ymsu árgangunum kunna
Vegna støðuna við korona, er øll barna- og ungdómsvenjing avlýst hesa vikuna. Vit bíða eftir nærri kunning, um nær vit kunnu byrja at venja aftur.
Lutakastið til undanumfarið í Europa League var í dag, og úr pottinum kom norðurírska Glentoran FC. Føroysk feløg hava eftirhondini spælt nógvar dystir ímóti norðurírskum liðum, men hóast talan hevur verið um tættar uppgerðir, hevur einki føroyskt felag megna at
Hann hevur tikið øll á bóli, síðani hann trein á vøllin fyri fyrstu ferð. Og tað sær út til at hann fer at halda fram við at imponera, tí Samuel Johansen Chukwudi hevur undirskrivað nýggjan langtíðarsáttmála við HB. Hóast sín
– Eg eri partur av onkrum stórum. Soleiðis sigur Pætur, nú hann eisini hevur longt sáttmálan við HB til 2022. Hann er nú tann fjórði leikarin, ið eisini hevur fingið framtíðina uppá pláss teir seinastu dagarnar. Pætur kom til HB í
Pennurin er glóðheitur í løtuni, og nú er enn ein sáttmáli undirskrivaður. Hesa ferð flyta vit okkum longur fram á vøllin, tí Dan í Soylu hevur undirskrivað nýggjan tvey-ára sáttmála við HB. Dan er upprunaliga úr B71, men spældi í nøkur











