Tíðindi

Víkingur á Tórsvølli

Landskappingardysturin hjá Betri monnum ímóti Víkingi verður spældur leygarkvøldið 17. september kl. 19.45 á Tórsvølli. Hetta er seinasta dystur áðrenn landsliðssteðgin. Mynd: in.fo

Rani skrivað sáttmála

Enn ein av okkara ungu og evnaríku leikarum hevur skrivað sáttmála. Rani er tann triðji í árganginum 2004, sum gerst sáttmála leikari. 18-ára gamli Rani Wenningsted Sørensen hevur skrivað undir sáttmála til 2024. Rani hevur spælt øll ungdómsárini í HB, og

Ein eldsál er slóknað

Hóast vit vistu, at lívsleiðin var komin at endanum, so kendist tað svárt at fáa boðini um at okkara trúfasti Tommy Falkenberg, hevði fingið frið. Seinasta bríkslið í strævna dystinum við krabban var bríkslað. Úrslitið var órættvíst. Sum óviti og unglingi

Nýtt navn í venjaratoyminum

Eftir at Helmand boðaði frá, at hann gavst í felagnum, var beinanvegin farið at leita eftir einum avloysara. Hann er longu funnin, og er byrjaður í starvinum sum kropsligur venjari hjá Betri monnum. Talan er um 29-ára gamla norðmannin Petter Skogsletten,

Helmand til HB Køge

Kropsligi venjarin hjá Betri monnum, Helmand Hamid, gevst í felagnum, nú hann hevur tikið við einum starvi hjá HB Køge. Harvið legst hann afturat longu røðini av venjarum og spælarum her í felagnum, ið taka næsta fetið á yrkisleiðini Helmand kom

1. ferð í 1. deild

Tá 1. deild menn sunnudagin vunnu 2-1 á Víkingi, fingu teir fýra U17-spælararnir Jón Steingrímsson, Andreas Skeel Nolsøe, Archibald Black og William N. Djurhuus sínar fyrstu minuttir í vaksnamannafótbólti. Jón var millum teir fyrstu 11, og bleiv avloystur av Archibald, tá

Summarsteðgurin av

Summarsteðgurin hjá Betri-monnum er av, tá vit í kvøld kl. 18 taka ímóti Víkingi í Gundadali. Kravið er heilt einfalt ein sigur, um ikki vit skulu missa Víking úr eygsjón. Harumframt stendur nakað av stoltleikanum uppá spæl, nú vit hava tapt

Góða ólavsøku

HB ynskir øllum eina góða ólavsøku. Eftir 2 ár við korona avmarkingum, var ólavsøkuskrúðgongan aftur sum hon plagdi at vera. Og sum vit síggja á myndunum, vóru nógvir HBarar møttir í reyðum og svørtum.

HB – Víkingur útsettur

Landskappingardysturin ímóti Víkingi, sum eftir ætlan skuldi spælast sunnudagin 31. juli, er útsettur til týskvøldið august. Dysturin verður á ovara vølli, og byrjar kl. 18.00. Mynd: in.fo

– Hesir dystirnir eru heilt serligir

Pætur var eitt sindur inni og úti av liðnum í byrjanini av kappingarárinum, men síðani Dali tók við sum venjari, hevur hann veruliga fingið møguleikan. Og hevur tikið av. Og hann metir, at vit hava møguleika at fáa góð úrslit ímóti