Tíðindi

Mads seldur til Varbergs BoIS

Avtala er gjørd millum HB og svenska felagið Varbergs BoIS um sølu av Mads Borchers. Mads kom úr 07 Vestur áðrenn kappingarbyrjan í ár, og hóast sín unga aldur, beit hann seg beinanvegin fastan á liðið, og gjørdist ein av

Hørður til AB

Hørður Askham verður ikki at síggja í HB-búnanum meira hetta kappingarárið, og skiftir til danska felagið AB, har hann hevur gjørt ein 2-ára sáttmála. Síðani hann kom aftur til HB í 2019, er tað blivið til 116 dystir og 8 mál

U16-landsliðið við gentum úttikið

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hjá U16-gentum, hevur úttikið 18 spælarar til venjingardystirnar ímóti Írlandi í august. Millum tær eru fýra úr HB. Tær eru: Silja Ragnarsdóttir Trier Ronja Ragnarsdóttir Trier Tóra Vatnhamar Olsen Marita E. á Heyggi Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni.

Ási til 07 Vestur

HB og 07 Vestur hava gjørt leiguavtalu, um at Ási Dam fer at spæla vesturi í Vágunum tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Ási hevur fyri tað mesta spælt á vinstra bakki, har kappingin í ár hevur verið sera hørð.

Atgongumerki HB-Derry City FC

Hóskvøldið 13. juli verður fyrri dysturin í UEFA Conference League ímóti Derry City FC. Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 19.00. Atgongumerki verða bert seld í forsølu á atgongumerki.fo. Prísurin er 100,- kr. + avgreiðslugjald. Børn undir 18 sleppa ókeypis

Fótbóltsskúlin 2023

Fótbóltsskúlin hjá HB verður í Gundadali fríggjadagin og leygardagin, 11. og 12. august. Fríggjadagin venja U11 og U13 frá klokkan 13:00 til 17:00, og leygardagin fra 10:00 til 15:00. U7 og U9 venja frá 13:00 til 16:00, og seinna dagin frá 10:00 til 13:00. Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum,

Daniel komin heim

Eftir at hava roynt seg í donskum fótbólti, er Daniel Johansen komin heim aftur til HB. Daniel fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2015, tá hann bleiv skiftur inn í steypadysti ímóti Skála. Síðani tá er tað blivið til

Lutakastið til Conference League

Lutakastið til 1. undanumfar í UEFA Conference League hevur verið, og vit møta Derry City úr Norðurírlandi, men sum spælir í bestu deildini í Írlandi. Derry City er einasti lið úr Norðurírlandi, sum spælir í bestu deildini í Írlandi. Í fjør

Lutakast kl. 14

Í dag kl. 14 verður lutakastið til 1. undanumfar í UEFA Conference League. Vit eru styrkismett í bólki 4, og kunnu møta hesum liðum: MŠK Žilina (Slovakia) FC Haka Valkeakoski (Finland) Derry City FC (Írland Víkingur Reykjavík (Ísland) Haverfordwest County AFC (Wales)

Mira og Marta til NM

Tær báðar, Mira Bendix Laursen og Marta Østerø, eru úttiknar til U17-landsliðið, sum skal luttaka í NM í Svøríki í juli mánað, har tær skulu spæla tríggjar dystir móti norðurlendskum grannum okkara. Vit ynskja teimum til lukku við úttøkuni, og góða