ungdómslið

Jákup skal venja U15

Hann tekur ein steðg frá fótbóltinum, og verður ístaðin at síggja á síðulinjuni í 2024, har hann verður høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum. Jákup hevur fyri stuttum verið undir skurðviðgerð í knænum. Ein skaði, sum hevur plágað hann síðani 2019. Skurðviðgerðin gekk væl,

Fýrverk

Aftur í ár selja vit fýrverk í HB-húsinum. Fýrverkssølan er opin hesar tíðir: Hósdag 28. desember kl. 13-20 Fríggjadag 29. desember kl. 13-20 Leygardag 30. desember kl. 10-20 Nýggjársaftan er stongt.

Andrass Henriksen skrivar sáttmála

17-ára gamli Andrass Henriksen hevur undirskrivað 2-ára sáttmála. Andrass, sum er miðverji, er uppvaksin í felagnum, og hevur spælt á øllum ungdómsliðum, umframt at hann eisini hevur spælt nakrar dystir í 1. deild. Harumframt hevur hann eisini umboðað føroyska U17-landsliðið. Vit ynskja

Fyrsti sáttmálin hjá Balduri

17-ára gamli Baldur Niclasen hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið. Hann verður lýstur sum ein leikari á høgum tekniskum stigi og góðum spælskili. Harumframt er hann djarvur og arbeiðir altíð hart. Vit ynskja honum til lukku við sáttmálanum.

Samuel til royndarvenjing

Komandi dagarnar verður Samuel staddur í Svøríki, har venja við svenska felagnum IFK Göteborg. Ætlanin er eisini, at hann skal spæla við í venjingardysti ímóti norska Fredrikstad. Venjari hjá IFK er okkara fyrrverandi venjari Jens Berthel Askou. Mynd: Mike Hendrickson

Magnus heima aftur

Eftir nøkur ár í útlegd, vendir 23-ára gamli miðavallarin, Magnus Holm Jacobsen, kósina heim aftur í norðara part av Gundadali. Magnus spældi ein stóran part av sínum ungdómsárum í HB, áðrenn hann skifti til grannarnar fyri sunnan. Her beit hann seg

2 x Samuelsen

Tvíburðarnir Jónas og Djóni Samuelsen hava undirskrivað sáttmála til og við 2025. Heilt frá ungum árum hava evnini hjá tvíburðunum verið eyðsýnd. Og sum eftirnavnið eisini gevur ábendingar um, hava teir tað ikki frá ongum. Pápin, Eyðun, spældi í nógv á

U21 steypafinala

Fríggjakvøldið kl. 19 verður grannauppgerð á Tórsvølli, tá okkara U21-menn bresta saman við B36 í steypafinaluni. Liðini endaðu ávíkavist nummar 4 og 6 í landskappingini, har tey spældu tríggjar innanhýsis dystir. Grannarnir fyri sunnan vunnu tveir, meðan vit vunnu tann eina. Okkara

Reyði Pantarin Cup

Í døgunum 18. og 19. novembur skipar Fjepparafelagið Reyði Pantarin fyri innandurakapping í høllini í Tofta Skúla. Kappingin er fyri tey yngru liðini, í aldrinum U5 til U16. Hvørt lið telur 5 leikarar, og í mesta lagi ein eykaleikara. Tó spæla U13,

FØROYAMEISTARAR

Teir hava ligið á odda meginpartin av kappingini, og við sigri í toppdystinum ímóti 07 Vestur, tryggjaðu U17-dreingirnir sær FM-heitið í deildini. Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu teir 8 av 10 dystum, og higartil í endaspælinum hava teir vunnið 5 av 6.