Í regninum á Tórsvølli drógu vit longra stráðið, og vunnu Stórsteypadystin anno 2024 ímóti KÍ. Tað var lagt upp til eitt brak millum arvafíggindarnar. Hóast hesin dysturin ikki er avgerandi fyri kappingarárið, kann hann geva eina ábending, um hvar liðini standa
Ungi álopsleikarin Dávid Reynheim hevur undirskrivað sín fyrsta yrkissáttmála. Evnini hjá unga álopsleikaranum hava leingi verið eyðsýnd, og tí verður hann nú ein partur av Betrideildar hópinum. Eftirnavnið er vælkent í HB-húsinum, og Dávid er sonur fyrrverandi HB-spælaran Kára Reynheim. So evnini
Ein nýggjur Justinussen verður at síggja í Betrideildarhópinum, nú Teitur Gunnarson Justinussen hevur gjørt 2-ára sáttmála við barndómsfelagið. Teitur er 18-ára gamal og verður lýstur sum ein evnaríkur og hart arbeiðandi miðvallari við eyga fyri spælinum, og einum góðum skoti. Hann
Nú er tíð at byrja aftur á grøna vøllinum, og verður tað í morgin, týsdagin 13. februar 2024 kl. 17.00 Fyrstu vikurnar verður bert ein útivenjing, inntil hondbólturin er liðugur í mars mánað. Tó hava genturnar møguleikan at venja
Málmaðurin Pætur Róason Jacobsen hevur longt sáttmálan við tveimum árum. Evnaríki málmaðurin hevði eitt hendingarríkt ár í fjør. Hann undirskrivaði sín fyrsta yrkissáttmála, spældi sínar fyrstu minuttir í 1. deild, og endaði árið sum greipuvinnari hjá U17-dreingjum. Nú verður hann framhaldandi partur
Tað verða tveir gamlir kenningar í felagnum, sum fara at venja okkara elstu dreingir komandi kappingarár. Talan er um Símun Eliasen og Jan Dam, sum báðir hava spælt á okkara besta liðið, umframt at teir eisini fyrr hava haft venjaraleiklutir í
Leygardagin 6. januar 2024 far U11-dreingirnir at savna fløskur inn til uttanlandsferð. Um tit hava fløskur at lata, kunnu tit ringja á 786663, 211125 ella 792222.
Sáttmálin er longdur við tveimum árum, og Oddur fær komandi ár ein nýggja leiklut. Oddur skal framhaldandi standa á odda fyri menningini av okkara eldru ungdómsleikarum. Umframt at vera ”head of coaching” hjá U15- og U17-dreingjum, verður hann eisini høvuðsvenjari hjá
Hann tekur ein steðg frá fótbóltinum, og verður ístaðin at síggja á síðulinjuni í 2024, har hann verður høvuðsvenjari hjá U15-dreingjunum. Jákup hevur fyri stuttum verið undir skurðviðgerð í knænum. Ein skaði, sum hevur plágað hann síðani 2019. Skurðviðgerðin gekk væl,
Aftur í ár selja vit fýrverk í HB-húsinum. Fýrverkssølan er opin hesar tíðir: Hósdag 28. desember kl. 13-20 Fríggjadag 29. desember kl. 13-20 Leygardag 30. desember kl. 10-20 Nýggjársaftan er stongt.











