Lutaseðlarnir hjá U12 gentum og dreingjum, sum fara til Dana Cup í summar, eru nú drignir. Vinnaratølini til lutaseðlasøluna hjá U12 hjá HB til Dana Cup 2024 E Hvítur 34963 – Gisting í 1 nátt fyri 2 fólk í dupultkamari íroknað morgunmat á
Jógvan Elmarsson Ósá skrivaði fyrr í ár undir sín fyrsta sáttmála við HB. Og síðani tá er gingið skjótt. Hann hevur bitið seg fastan í Betri-deildarhópin, og hevur eisini fingið sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini. Hetta hendi, tá hann bleiv
U19-landsliðið við gentum er í hesum døgum í Turkalandi, har tær skulu spæla EM-undankapping. Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi og Armenia. HB eigur heili 6 av leikarunum sum eru í føroyska hópinum. Tær eru: Teresa Jacobsen, Astrid Mittfoss, Lisa
Silja Ragnarsdóttir Trier skoraði seinasta málið, tá føroysku U17-genturnar vunnu 3-1 á Rumenia. Sigurin hevur við sær, at tær enda ovast í bólkinum. Føroyar hava verið vertir fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum. HB hevði fýra spælarar við
Ejvind er úttikin til U21-landsliðið fyri fyrstu ferð. Hann hevur áður spælt á øllum yngri ungdómslandsliðum. Hann hevur verið millum teir fyrstu ellivu í báðum dystunum í ár. Og hansara avrik hava verið somikið sannførandi, at Eyðun Klakstein, U21-landsliðsvenjari, hevur sent
Hann var ikki við seinast vegna skaða, men nú er Teitur aftur úttikin til A-landsliðið. Hesa ferð var eisini pláss fyri Bartal. Nakað sum vit hava bíðað eftir leingi. Umframt teir báðar eru Viljormur og Hanus eisini úttiknir. A-landsliðið við monnum
Tveir av okkara evnaríku ungu spælarum hava skriva sáttmála, og gerast tí partur av Betrideildar hópinum. Talan er um teir báðar Jógvan Elmarsson Ósa og Rúna Kjærbo, sum báðir hava spælt við okkara ungdómsliðum allan vegin upp. Jógvan er 19-ára gamal miðvallari,
Í regninum á Tórsvølli drógu vit longra stráðið, og vunnu Stórsteypadystin anno 2024 ímóti KÍ. Tað var lagt upp til eitt brak millum arvafíggindarnar. Hóast hesin dysturin ikki er avgerandi fyri kappingarárið, kann hann geva eina ábending, um hvar liðini standa
Ungi álopsleikarin Dávid Reynheim hevur undirskrivað sín fyrsta yrkissáttmála. Evnini hjá unga álopsleikaranum hava leingi verið eyðsýnd, og tí verður hann nú ein partur av Betrideildar hópinum. Eftirnavnið er vælkent í HB-húsinum, og Dávid er sonur fyrrverandi HB-spælaran Kára Reynheim. So evnini
Ein nýggjur Justinussen verður at síggja í Betrideildarhópinum, nú Teitur Gunnarson Justinussen hevur gjørt 2-ára sáttmála við barndómsfelagið. Teitur er 18-ára gamal og verður lýstur sum ein evnaríkur og hart arbeiðandi miðvallari við eyga fyri spælinum, og einum góðum skoti. Hann











