ungdómslið

Greipuvinnarar

Farna vikuskiftið vunnu teir steypakappingina, og í gjár tryggjaðu U15-dreingirnir sær FM-heitið. Gullið kom í hús eftir ein 4-1 sigur á Víkingi, og hóast ein dystur er eftir at spæla, kann eingin yvirhála teir á stigatalvuni. Vit ynskja U15-dreingjunum hjartaliga til lukku

U17 steypavinnarar

Eins og hjá U15, gjørdist tað ein jøvn og spennandi finala. NSÍ legði seg á odda 1-0, men í seinna hálvleiki vendu okkara dreingir øllum, og vunnu 2-1. Ari Askham skoraði bæði málini, og varð eisini valdur til dagsins leikara. Vit ynskja U17-dreingjunum

Steypavinnarar í dramatiskum stíli

Í einari dramatiskari finalu megnaðu U15-dreingirnir at draga longra stráðið, og vinna steypafinaluna ímóti B36. B36 legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men 10 minuttir fyri leiklok javnaði Silas B. Joensen. Í síðstu minuttunum brendu vit bæði brotsspark, og fingu

Steypafinalur í vikuskiftinum

Tórsvøllur verður í vikuskiftinum karmur um árliga steypafinaluvikuskifti í ungdómsdeildunum, har vit eru umboðaði í tveimum finalum. Leygardagin kl. 13 verður finalan hjá U15-dreingjunum. Teir møta grannunum úr B36. Í landskappingini hava U15-dreingirnir verið flúgvandi, har teir liggja á odda í

Steypafinalan hjá U21 flutt

Steypafinalan hjá U21-monnum millum HB og B36, sum upprunaliga skuldi spælast fríggjakvøldið 6. oktober, er útsett. Hon verður í staðin spæld 3. ella 4. november á Tórsvølli. Mynd: Mike Hendrickson/HB

Full úrtøka í Albania

Elin Elmelund Hansen og Hanna Thomsen hava síðstu dagarnar veri í Albania við føroyska U15-landsliðnum, sum hevur luttikið í UEFA menningarkapping. Føroyska liðið gjørdi bart, vann allar tríggjar dystinar við samlaða málmuninum 13-1, og endaði sostatt nr. 1 í kappingini.

Steypið handað

Kappingin varð avgjørt fyri nøkrum vikum síðani, og tað var greitt at U16-genturnar gjørdust føroyameistarar. Í dag var so stóra løtan, tá steyp og medaljur blivu handaði. Talan er um eitt spennandi lið, har ikki færri enn fimm gentur, hóast teirra

U16-genturnar føroyameistarar

Við einum 4-0 sigri móti Víkingi leygardagin tryggjaðu U16-gentur okkara sær FM-heitið. Málini í avgerðandi dystinum skoraðu Silja Trier Ragnarsdóttir 2, Lý Djurhuus Gray og Solveig Turið Ripley. Menningin hjá U16-liðnum hevur verið sera góð. Tær eru altíð hugagóðar til venjing,

Best umboðaðir á U16-landsliðnum

Fróði Benjaminsen, landsliðsvenjari hjá U16-dreingjum, hevur úttikið liðið, sum skal luttaka í Pinatar Cup 2023, ið verður í Spania í tíðarskeiðinum 17. – 23. september 2023. Fimm spælarar úr HB eru úttiknir, og tískil eru vit best umboðaða felagið hesa ferð.

Ungur málverji gjørt sáttmála

Enn ein av okkara ungu og evnaríku spælarum hevur fingið sáttmála. Talan er um 17-ára gamla málverjan Pætur Róason. Pætur hevur í ár vart málið hjá bæði U17, U21 og 1. deild monnum, og hevur eisini vant við okkara Betri liðið.