Hóast tær ikki vóru spáddar at enda í top 3, løgdu tær lítið í spádómarnar, og endaðu kappingina við at fáa bronsumedaljur um hálsin. Miðalaldurin á liðnum er 20,5 ár, og menningin og framgongdin hevur verið støðug alt árið. Spennandi verður at
Eins og hjá U15, gjørdist tað ein jøvn og spennandi finala. NSÍ legði seg á odda 1-0, men í seinna hálvleiki vendu okkara dreingir øllum, og vunnu 2-1. Ari Askham skoraði bæði málini, og varð eisini valdur til dagsins leikara. Vit ynskja U17-dreingjunum
Tórsvøllur verður í vikuskiftinum karmur um árliga steypafinaluvikuskifti í ungdómsdeildunum, har vit eru umboðaði í tveimum finalum. Leygardagin kl. 13 verður finalan hjá U15-dreingjunum. Teir møta grannunum úr B36. Í landskappingini hava U15-dreingirnir verið flúgvandi, har teir liggja á odda í
Gundadalur kókaði, tá vit við einum sannførandi avriki, spældu okkum í steypafinaluna. Nógv vágafólk vóru komin til Havnar, og við rómaraljósum, megafon og trummum, settu tey sín dám á frá byrjan. Hetta tendraði eisini ein neista í okkara áskoðarafjøld, ið ikki
Í dag, 4. oktober, eru 119 ár síðani at Havnar Bóltfelag varð stovnað. Vanligt er at hátíðarhalda rundar føðingardagar, men í ár er tað soleiðis, at føðingardagurin er samstundis sum seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið er. Í hesum sambandi bjóða
Mikukvøldið kl. 18 verður seinna og avgerandi hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrri dysturin, sum eftirhondini bleiv spældur fyri meira enn trimum mánaðum síðani, endaði við javnleiki 1-1. So alt er enn opið. Seinastu dystirnir eru ikki koppaðir okkara veg, men
Elin Elmelund Hansen og Hanna Thomsen hava síðstu dagarnar veri í Albania við føroyska U15-landsliðnum, sum hevur luttikið í UEFA menningarkapping. Føroyska liðið gjørdi bart, vann allar tríggjar dystinar við samlaða málmuninum 13-1, og endaði sostatt nr. 1 í kappingini.
Okkara Old Girls hava í vikuskiftinum skrivað søgu við at vinna FM fyri Old Girls fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Hesi talentini hava gjøgnum árini, á hvør sín hátt, havt sína stórheitstíð. Summi hava ligið í dval í fleiri ár.
Hevur tú hug at spæla heilsufótbólt? Spælt verður á Eysturvølli mána- og mikukvøld kl. 20.00-21.30. Gransking hevur staðfest, at heilsufótbóltur er góður fyri likam og sál. Her snýr tað bara um at røra seg eitt sindur, og at hava tað stuttligt
Enn ein av okkara ungu og evnaríku spælarum hevur fingið sáttmála. Talan er um 17-ára gamla málverjan Pætur Róason. Pætur hevur í ár vart málið hjá bæði U17, U21 og 1. deild monnum, og hevur eisini vant við okkara Betri liðið.











