betri-menn

Víkingur í hálvfinaluni

Lutakastið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið í kvøld, og liðið sum bleiv parað saman við okkum, er Víkingur   Fyrra hálvfinalan verður í Sarpugerði mikudagin 7. september, meðan returdysturin verður í Gundadali mikudagin 5. oktober.  

Dalibor Savic nýggjur høvuðsvenjari

Tað verður 42-ára gamli sviin Dalibor Savic, vanliga nevndur Dali, sum tekur við sum høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum restina av kappingarárinum. Dali hevur royndir úr svenskum fótbólti, bæði sum hjálpar- og høvuðsvenjari. Hann byrjar í starvinum í dag, og stendur á

Samstarvið við Kim endað

Nevndin í HB hevur gjørt av at enda samstarvið við høvuðsvenjaran hjá Betri monnum, Kim Engstrøm. Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara. Kim hevur víst ídni

Grannauppgerð í fjórðingsfinaluni

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið var í 3-2 í kvøld, og liðið, sum bleiv parað við okkum, vóru grannarnir av Argjum. Dysturin verður í Gundadali mikudagin 18. mai. Liðini hava hitst einaferð í ár, og tað var í fyrsta

Thomas Bjørn seldur til FCK

U17-landsliðsspælarin Thomas Bjørn Miezan skiftir úr HB til FCK, har hann hevur undirskrivað ein 3-ára sáttmála. Hann hevur í nøkur ár verið eyðsýndur á okkara ungdómsliðum, og frá í summar verður tað FCK, sum fær gleði av hansara evnum. – Thomas hevur

Heri ársins HB-leikari

HB-fjepparar hava valt Hera sum ársins leikara í 2021. Vanliga verður ársins leikari avdúkaður á ársveitsluni, men flestum kunnugt, var eingin ársveitsla, vegna korona. Vit ynskja Hera til lukku við væl uppibornu viðurkenningini.

Stefan skoraði sigursmálið

Føroyska U21-landsliðið vann í kvøld 1-0 á útivølli ímóti Norðurmakedonia. Sigursmálið skoraði Stefan uppá brotsspark tíðliga í seinna hálvleiki, eftir at hann sjálvur var blivin feldur. Hetta var 5. landsliðsmálið hjá Stefan, og harvið er hann mest skorandi spælarin á U21-landsliðnum. Umframt

Adrian fekk sín fyrsta landsdyst

Tá føroyska A-landsliðið spældi venjingardyst ímóti Liktinstein, bleiv Adrian skiftur inn í seinna hálvleiki, og fekk harvið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum. Heri, Daniel og Heðin blivu eisini skiftir inn í seinna hálvleiki. Dysturin endaði 1-0 til Føroyar.

Lutakast í steypakappingini

Lutakastið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið. Men av tí at eitt undanumfar skal avgreiðast fyrst, vita vit ikki hvørjum vit møta í 1. umfari. Í kappingini um Løgmanssteypið luttaka øll 18 feløgini í mannfólkadeildunum í Føroyum. Og