Árligi aðalfundurin hjá HB-stuðlum var í kvøld, og hóast eitt avbjóðandi ár við korona, koma felagið út við einum yvirskoti.
Árið 2021 var merkt av korona, og tað ávirkaði virksemi hjá felagnum í ein ávísan mun. Fleiri tiltøk, sum vanliga er, vórðu avlýst, og teir vælkendu busstúrarnar til útidystir hjá Betri monnum vóru sera avmarkaðir. Men hóast skert virksemi, vísti roknskapurin eitt avlop.
Nevndarval var, og nevndin skipaði seg beint eftir fundin. Turið, Uni og Heidi stóðu fyri valið, og vóru øll afturvald. Rakul Hansen ynskti at sleppa úr nevndini, og í hennara stað var Høgni Berg valdur. Nevndin vil takka Rakul fyri hennara arbeiði seinastu árini, og bjóðar samstundis Høgna vælkomnum í nevndina.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
- Turið Láadal Sejersdóttir, forkvinna
- Uni Nielsen, næstformaður
- Fríðunn Niclasen, skrivari
- Niels Uni Dam, nevndarlimur
- Heidi Falkenberg, nevndarlimur
- Høgni Berg, nevndarlimur
Tiltakslimirnir Heðin Weihe og Benny Falkenberg halda fram sum tiltakslimir.