Tíðindi

Nýggjárshugni í HB-húsinum

Nýggjársaftan kl. 14-16 verður nýggjárshugni í HB-húsinum. Kom og fá eitt gott prát við aðrar HBarar um árið, ið fór, og tað sum kemur. Og sjálvandi verður kaffi, vaflur og annað gott at fáa. Minst til, at fýrverkssølan eisini er opin

Gleðilig jól & gott nýggjár

Havnar Bóltfelag ynskir øllum leikarum, venjarum, fjepparum, hjálparfólkum, stuðlum og kappingarneytum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Nú árið 2019 fer at halla, minnast vit aftur á fleiri góðar løtur, bæði á og uttanfyri vøllin, og vit gleða okkum til

Jólasøla í HB-húsinum

Mikudagin 18. desember verður árliga jólasølan í HB-húsinum. Har vera ymsir HB-lutir at fáa, sum t.d. húgvur, krúss, plakatir o.a. Eisini verður møguligt at keypa árskort til Betrideildina 2020. Og sum nakað nýtt, hava vit eitt serligt tilboð til allar

Byrja og enda á útivølli

Uppskot til kappingarskránna 2020 er send til feløgini, og vit bæði byrja og enda kappingarárið á útivølli. Fyrsti dystur verður á útivølli 8. mars ímóti EB/Streymi. Síðsti dystur verður ímóti KÍ, eisini á útivølli, leygardagin 31. oktober.

Magnus til Íslands at spæla

Magnus Egilsson hevur valt at royna eydnuna í íslendskum fótbólti, har hann hevur undirskrivað 2-ára sáttmála Valur. Harvið fylgir hann okkara fyrrverandi høvuðsvenjara, Heimi Guðjónsson, til Íslands. – Tá eg bleiv boðin at royna meg uttanlands, kundi eg ikki siga nei.

Danskur miðvallari til HB

Vit hava gjørt sáttmála við 24-ára gamla miðvallaran Mathias Nygaard. Mathias kemur úr danska felagnum FC Fredericia, ið liggur á øðrum plássi í næstbestu donsku deildini, Nordic Bet Ligaen. Tað er ein stórur og sterkur maður, ið kemur inn á miðjuna,

Venjarar løgdu fram um 2020

Í gjárkvøldið fingu HB-fjepparar høvi at heilsa uppá nýggja høvuðsvenjaran hjá monnum, Jens Berthel Askou, og fysiska venjaran Sebastian Dam. Heilt fitt av fólki var møtt í HB-húsinum, fyri at hoyra teir báðar greiða frá. Sebastian byrjaði við at fortelja eitt

– Eg føli meg heima her

Tað sigur Pætur J. Petersen, nú hann hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við HB. Skálvíkingurin kom til undan hesum kappingarárinum úr EB/Streymi, og steðgurin verður í hvussu er eitt ár afturat. Í 2019 spældi hann tilsamans 34 dystir, og skoraði 8

Kunnandi tiltak fyri allar HBarar

Mánadagin 9. desember kl. 20 verður eitt kunnandi tiltak fyri allar HBarar. Høvuðsvenjarin hjá Betri monnum, Jens Berthel Askou, og fysiski venjarin, Sebastian Dam, koma at greiða frá um fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Kom og heilsa uppá nýggju venjararnar, og

Daniel verður verandi

Daniel Johansen verður framhaldandi at síggja í reyðum og svørtum, nú partarnir hava gjørt avtalu um at leingja samstarvið. Ungi maðurin við vandamikla vinstrabeininum fer harvið í gongd við sítt 6. kappingarár sum partur av besta liðnum, har hann fekk