Fyri veður er hálvfinalan millum Víking og HB útsett til í morgin, fríggjadagin 23. august kl. 17.30. HB-bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 16.15, og enn eru nøkur pláss eftir. Tryggja tær pláss HER. Mynd: in.fo
Sunnudagin 1. september verður fyrsti dysturin í endaspælinum hjá kvinnunum. Tá fara okkara ein túr til Gøtu at vitja oddaliðið Víking. Síðsti dystur í landskappingini verður í Gundadali ímóti KÍ, leygardagin 19. oktober. Leikskráin hjá kvinnunum sær soleiðis út: Sunnudagin 1. september: Víkingur-HB Sunnudagin
Í samband við seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, sum bleiv avblást fyri veður fyri summarsteðgin, skulu vit, í samráð við Víking, boða frá, at øll gjaldandi til avblásta dystin, sleppa ókeypis inn hóskvøldið. Hetta við at boða heintarunum frá,
Tað var við tógvi stríð, at sigurin ímóti B68 kom í hús. Einsamalla málið í dystinum skoraði Mohamed Samba longu tá 11 minuttir vóru spældir. Í fyrra hálvleiki sótu vit á tí mesta, uttan at vera sannførandi. Í seinna hálvleiki gekk
Við einum stigi ímóti NSÍ, tryggjaðu kvinnurnar sær pláss í ovara endaspælinum. Til hetta kappingarárið varð leisturin í Betri Deildin hjá kvinnum broyttur, soleiðis at top-4 liðini fara í eitt meistaraspæl. Upprunaliga skuldu tað vera 5 lið í meistaraspælinum, men eftir
Eftir hálvtannað ár í útlegd er Rebekka Benbakoura aftur at síggja í reyðum og svørtum. Rebekka telist millum allarbestu álopsleikarar í landinum, og við 64 málum í 104 dystum prógva tølini, at hon finnur vegin til málið. Hon er uppvaksin í HB,
Sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, skulu okkara U17-dreingir spæla við í UEFA Youth League. Føroyar fingu í fjør tillutað eitt pláss í fremstu europeisku ungdómskappingini, UEFA Youth League. Føroyameistaranir hjá U17-dreingjum skulu luttaka, og sum kunnugt endaðu okkara U17-dreingir sum
Tveir leikarar komu fyri fyrstu ferð á máltalvuna í Betri-deildini, tá mennirnir vunnu tryggan 3-0 sigur á Skála. Bæði Dávid og Emmanuel takkaðu fyri álitið frá venjaranum, og skutu síni fyrstu mál í Betri-deildini. Dávid legði okkum á odda 1-0 í
Áki hevur haft sítt besta kappingarár nakrantíð, og serliga í juni og juli hevur hann verði flúgvandi, har hann skoraði hat-trick tveir dystir á rað. Tað var við greiðum meiriluta, at Áki varð valdur sum besta spælaran í juni og juli.
Í summarsteðginum hava kvinnurnar fingið tilgongd av 16-ára gomlu Hallu Morgan Ejdesgaard úr FC Hoyvík. Hon hevur, hóast sín unga aldur, verið ein av lyklaleikarunum hjá FC Hoyvík í ár, har hon hevur spælt 11 dystir. Eisini hevur hon umboðað U15-,











