Tíðindi

Fríða skoraði sigursmálið

Í hesum døgum er føroyska U19-landsliðið við gentum í Estlandi, har tær luttaka í Baltic Cup. Fyrsti dysturin var í dag, og hann var ímóti Litava. Dysturin endaði 1-0 til Føroyar, og einsamalla málið skoraði Fríða Magnusardóttir Jacobsen. Umframt Fríðu eru Teresa

Dávid seldur til Torino

Stjørnuskotið Dávid Reynheim skiftir til italska stórfelagið Torino, sum dagliga spælir í bestu italsku deildini, Serie A. Fíggjarligu viðurskiftini í samband við skiftið verða ikki almannakunngjørd, men hetta er ein avtala, sum vit í HB eru væl nøgd við, sigur

U19 til Luksembourg

Sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, skal U19 spæla við í fremstu europeisku kappingini fyri ungdómslið, UEFA Youth League. Lutakast hevur verði til 1. umfar í UEFA Youth League, og mótstøðuliðið hjá okkum verður meistaraliðið úr Luxembourg, FC Progrès Niederkorn. Eins

Skaðastøðan í hópinum

Seinastu vikurnar hava vit verið raktir av nøkrum skaðum. Onkur ógvusligari enn annar. Ímóti Víkingi fekk Teitur ein alboga í andlitið. Hann bløddi illa, og vandi var fyri heilaskjálvta. Men skjótt var staðfest, at talan ikki var um heilaskjálvta. Hann fekk

U19-landsliðið fyrr í ár í dysti ímóti Armenia

Fýra landsliðsboð afturat

Nógv landsliðsvirksemi verður komandi tíðina, og nú eru fýra landsliðsleikarar afturat úttiknir úr HB. Tað er U19-landsliðið við gentum, sum skal taka lut í Baltic Cup 2024 í Estlandi. Tríggir dystir eru á skránni, og til teir dystirnar eru 18 spælarar boðsendir,

Flestar á A-landsliðnum

Eins og á U21-landsliðnum, eru fýra HB’arar úttiknir til A-landsliðið við monnum. Harvið eru vit eisini best umboðaða felagið á A-landsliðnum. Væntað varð, at Viljormur, Hanus og Teitur fóru at verða úttiknir. Teir hava verið fastir mans í hópinum seinastu ferðirnar.

Fýra við á U21-landsliðnum

Tríggir hava fingið afturval, og Leivur er nýggjur maður. Leivur hevur veruliga bitið seg fastan á besta liðið í ár, og nú verður hann løntur fyri harða arbeiðið og er úttikin til U21-landsliðið fyri fyrstu ferð. Leivur hevur spælt á U15-,

Vit eru í steypafinaluni!

Tað var spenningur og dramatikkur fyri hvørt oyra, tá vit spældu okkum í finaluna um Løgmanssteypið. Sjey mál, trý reyð kort og brendir møguleikar var bara nakað av tí, sum vit skuldu ígjøgnum, áðrenn plássið í steypafinaluni varð tryggjað. Hóast vit

U17-landsliðið á venjingarlegu

Við seks spælarum eru vit best umboðaða felagið á U17-landsliðnum við dreingjum, sum skal til Spania á venjingarlegu. Frá 2. til 9. september fer U17-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania. Og av teimum 18 spælarunum, sum eru úttiknir,

NSÍ-HB fluttur

Útsetta hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið ávirkar nú eisini landskappingina. Fyri veður er hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið útsett til fríggjadagin 23. august. Hetta merkir eisini, at ætlaði landskappingardysturin í Runavík ímóti NSÍ, sum skuldi spælast mánakvøldið 26. august, er fluttur