Leygardagin 21. september var seinasta kapping í Old-girls í ár. Áðrenn kappingina lógu okkara niðast av fimm liðum við einans 8 stigum. Vit mistu 12 stig, tá vit ikki fingu mannað lið til næstseinasta umfar. Tá royndu vit við øllum kreftum at
Fýra HB-gentur hava verið á Malta við U15-landsliðnum. Í dag vunnu tær 4-0 á Andorra, har Rakul Madsen skoraði eitt mál. Frá vinstru Rakul Madsen, Lóa Sigrið Dal Christiansen, Elin Hansen, Hanna Thomsen.
Bakkurin hevur longt sáttmálan, so vit nú hava pappír uppá hvønn annan í tvey ár afturat. Ási hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot á okkara besta liðið í ár. Hann hevur meira ella minni bitið seg fastan á vinstra bakki, men hevur
Tað er næstan eitt ár síðani, at U19-dreingirnir tryggjaðu sær luttøku í ársins UEFA Youth League, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Luttøkan bleiv tryggjað, tá teir vunnu føroyameistaraheitið fyri U17-dreingir í 2023. Nú er tíðin so endiliga komin, at fyrsti
Mikukvøldið 18. september verður ein søgulig hending á Tórsvølli. Tí tá skal eitt føroyskt ungdómslið á fyrsta sinni royna seg í UEFA Youth League, tá okkara U19-dreingir taka ímóti meistarunum úr Luksembourg, FC Progrès Niederkorn. Tað er ókeypis atgongd til dystin,
Í hesum døgum er føroyska U19-landsliðið við gentum í Estlandi, har tær luttaka í Baltic Cup. Fyrsti dysturin var í dag, og hann var ímóti Litava. Dysturin endaði 1-0 til Føroyar, og einsamalla málið skoraði Fríða Magnusardóttir Jacobsen. Umframt Fríðu eru Teresa
Stjørnuskotið Dávid Reynheim skiftir til italska stórfelagið Torino, sum dagliga spælir í bestu italsku deildini, Serie A. Fíggjarligu viðurskiftini í samband við skiftið verða ikki almannakunngjørd, men hetta er ein avtala, sum vit í HB eru væl nøgd við, sigur
Sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, skal U19 spæla við í fremstu europeisku kappingini fyri ungdómslið, UEFA Youth League. Lutakast hevur verði til 1. umfar í UEFA Youth League, og mótstøðuliðið hjá okkum verður meistaraliðið úr Luxembourg, FC Progrès Niederkorn. Eins
Seinastu vikurnar hava vit verið raktir av nøkrum skaðum. Onkur ógvusligari enn annar. Ímóti Víkingi fekk Teitur ein alboga í andlitið. Hann bløddi illa, og vandi var fyri heilaskjálvta. Men skjótt var staðfest, at talan ikki var um heilaskjálvta. Hann fekk
Nógv landsliðsvirksemi verður komandi tíðina, og nú eru fýra landsliðsleikarar afturat úttiknir úr HB. Tað er U19-landsliðið við gentum, sum skal taka lut í Baltic Cup 2024 í Estlandi. Tríggir dystir eru á skránni, og til teir dystirnar eru 18 spælarar boðsendir,











