felagið

120-ára føðingardagveitsla

Stóra føðingardagsveitslan verður leygarkvøldið 9. november. Og sum siður er, byrjar veitslan kl. 19.04, har vit bjóða vælkomudrykk. Síðani verður farið til borðs, har matskráin sær soleiðis út: Forrættur: rækjubland við salati, mango, galia melón, cherry tomat og sitrón dressingi Høvuðsrættur: oksafilet

John Eystberg fingið stóra viðurkenning frá UEFA

Tá árliga UEFA Grassroots Week var, vórðu limalondini í UEFA biðin um at skjóta upp eina grasrótarhetju. Ein einstakling, sum hevur givið sítt íkast til fótbóltsumhvørvi í landinum. Úr Føroyum var okkara egni John Eystberg skotin upp av FSF. Hóast hann

Silvur í 1. deild

1. deild kvinnur endaðu á 2. plássi í ár. Liðið hevur í ár verið mannað við ungum gentum, sum hava fingið eitt sindur av hjálp frá nøkrum av rutineraðu kreftunum. So her er nógv gott í væntu.

Jens Erik trý ár afturat

Jens Erik Rasmussen hevur longt sáttmálan við HB, sum nú er galdandi til og við 2027. Hann hevur høvuðsábyrgd av dreingjum frá U5 til U11 og gentum frá U5 til U13. Harvið er ungdómsarbeiðið í tryggum hondum komandi trý árini.  

Old-Girls endaðu á 3. plássi

Leygardagin 21. september var seinasta kapping í Old-girls í ár. Áðrenn kappingina lógu okkara niðast av fimm liðum við einans 8 stigum. Vit mistu 12 stig, tá vit ikki fingu mannað lið til næstseinasta umfar. Tá royndu vit við øllum kreftum at

Upphiting og dystarhygging í Glitnir

Hóskvøldið hittast HB fjepparar til dyst á stórskíggja í Glitnir. Vit byrja kl. 19.00 har Irish Pub bjóðar serlig tilboð til allar HB fjepparar. Tey, ið keypa eina av heimskendu kotelettunum ella ein búff, fáa eina ókeypis øl ella sodavatn

Bussferð til Norðragøtu

Mikukvøldið 19. juni spæla vit seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið í Norðragøtu. Okkara menn hava tørv á øllum stuðli, og tí skipa HB-Stuðlar fyri bussferð. Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 17.15. Prísurin er 100 kr. fyri vaksin og 50

Okkara Old girls ávegis til Mallorca

Tann hugflogsríki lesarin hugsar helst við at kasta eitt lítið glimt á myndina, at hesar damur nokk fara til Mallorca til eina bikini kapping. Men so er ikki….hesa ferð. Okkara Old girls eru ávegis til Mallorca til eina fótbóltskapping fyri kvinnur

U9-dreingir vunnu Aalborg City Cup

mai fór eitt ferðalag við 20 U9 HB-garpum, høvuðsvenjaranum John Hera Dam, hjálparvenjarum, foreldrum og systkjum til Danmarkar at luttaka í Aalborg City Cup. Dreingirnir vórðu býttir upp í 3 lið í 3 ymiskar bólkar. Áðrenn sjálv kappingin byrjaði, varð lagt

Fótbóltsskúlin 2024

Fríggjadagin 28. og leygardagin 29. juni skipar HB, saman við FSF, fyri fótbóltsskúla í Gundadali. Fótbóltsskúlin er fyri gentur og dreingir í aldrinum 7 til 13 ár. Tað vil siga, tey sum eru fødd í 2011, og til og við 2017. Allir