felagið

– Vit skulu venja okkum við at vinna

Fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 eru væl á veg. Venjingin byrjaði 1. desember, og hesa tíðina hevur Berthel brúkt til at hyggja nærri eftir teimum leikarum, sum eru í hópinum. Nakrir eru farnir víðari, meðan aðrir eru komnir afturat. Og hann er vælnøgdur við teir leikararnar, sum hann hevur í løtuni. – Allir spælararnir sum eru her nú, eru nakrir sum vit trúgva uppá, og sum vit fegnir vilja arbeiða við. Vit hava nakarar heilt ungar, 16-17 ára gamlir, og nakrar royndar

Hesi skulu venja U15-gentur

Venjarar eru nú settir til okkara U15-gentulið, og tað vera Eyðvør og Magnus Jakobsen, ið koma at taka sær av gentunum. Eyðvør verður høvuðsvenjari, meðan Magnus verður hjálparvenjari. Venjingin byrjar mánadagin 13. januar, og venjingartíðirnar eru hesar: Mánadag 16:30 – 18:00 Mikudag 16:30 – 18:00 Fríggjadag 15:30 – 17:00 Allar gentur ið hava hug at venja við, kunnu møta til venjing eina av ásettu tíðunum, ella seta seg í samband við Eyðvør á tlf. 22 43 55

Aðalfundur

AÐALFUNDUR Kallað verður inn til aðalfund í Havnar Bóltfelag týsdagin 28. januar 2020 kl. 20.00 í HB-húsinum. Skrá sambært lógum felagsins: Frásøgn formansins frá farna árinum Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum Val av roknskapargrannskoðarum Innkomin mál Ymiskt Nevndin

Ríkin skal venja U17-dreingirnar

Ríkin Napoleon Djurhuus verður høvuðsvenjari hjá U17-dreingjum í 2020. Afturat sær hevur hann fingið Ólav Gunnarsson. Umframt at vera høvuðsvenjari hjá U17 kemur Ríkin at hava ítróttarliga ábyrgdina av U13-dreingjunum saman við høvuðsungdómsvenjaranum, Christopher Harrington. Hetta merkir, at hann í eini yvirskipaðum leikluti skal skipa karmarnar hjá árganginum bæði hvat viðvíkur venjarum og leikarum. Hann skal eisini leggja eina ætlan fyri árið, hvussu venjast skal, og syrgja fyri at tað er kvalitetur á. Alt hetta er partur av ungdómsmenningarætlanini. Hóast Ríkin

1. deild byrjar aftur

Fríggjadagin 3. januar kl. 18.30 verður ársins fyrsta venjing hjá okkara 1. deildarliði. Og tað verður eitt nýtt venjaratoymi, ið kemur at standa á odda fyri okkara næstbestu. Jan M. Laursen, venjari, sigur, at í 1. deild skulu vit menna okkara talentir. Men her verður ikki bara talan um ungar leikarar, tí nakrir royndir leikarar verða partur av hópinum. Fyri nógvar av teimum ungu verður hetta fyrsta royndin í vaksnamannafótbólti, og tí er neyðugt at hava royndar leikarar afturat

Nýggjárshugni í HB-húsinum

Nýggjársaftan kl. 14-16 verður nýggjárshugni í HB-húsinum. Kom og fá eitt gott prát við aðrar HBarar um árið, ið fór, og tað sum kemur. Og sjálvandi verður kaffi, vaflur og annað gott at fáa. Minst til, at fýrverkssølan eisini er opin frá kl. 9.00.

Gleðilig jól & gott nýggjár

Havnar Bóltfelag ynskir øllum leikarum, venjarum, fjepparum, hjálparfólkum, stuðlum og kappingarneytum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Nú árið 2019 fer at halla, minnast vit aftur á fleiri góðar løtur, bæði á og uttanfyri vøllin, og vit gleða okkum til nýggjar avbjóðingar í 2020. Vit lata nú jólafriðin fella yvir okkum, áðrenn vit herja á aftur í januar, og fyrireika okkum til komandi kappingarár.

Jólasøla í HB-húsinum

Mikudagin 18. desember verður árliga jólasølan í HB-húsinum. Har vera ymsir HB-lutir at fáa, sum t.d. húgvur, krúss, plakatir o.a. Eisini verður møguligt at keypa árskort til Betrideildina 2020. Og sum nakað nýtt, hava vit eitt serligt tilboð til allar HBarar. Árskortini kosta vanliga 900,- kr, men sum hvílandi limur í HB, er prísurin 700,- kr., um tú samstundis avgreiðir títt limagjald fyri 2020. Nýggir limir sum tekna seg, fáa sjálvsagt ágóðan av hesum tilboði.

Magnus til Íslands at spæla

Magnus Egilsson hevur valt at royna eydnuna í íslendskum fótbólti, har hann hevur undirskrivað 2-ára sáttmála Valur. Harvið fylgir hann okkara fyrrverandi høvuðsvenjara, Heimi Guðjónsson, til Íslands. – Tá eg bleiv boðin at royna meg uttanlands, kundi eg ikki siga nei. At spæla uttanlands er ein dreymur, sum eg havi haft, síðani eg var smádrongur, og sum eg óttaðist ikki var møguligur longur, sigur Magnus. Síðstu tvey árini hevur Magnus verið eitt trygt fyrstaval á vinstrabakki. Tí er tað sjálvandi ein missur,

Venjarar løgdu fram um 2020

Í gjárkvøldið fingu HB-fjepparar høvi at heilsa uppá nýggja høvuðsvenjaran hjá monnum, Jens Berthel Askou, og fysiska venjaran Sebastian Dam. Heilt fitt av fólki var møtt í HB-húsinum, fyri at hoyra teir báðar greiða frá. Sebastian byrjaði við at fortelja eitt sindur um týdningin av fysiskari venjing, og hvussu hesin parturin av fótbóltsspælinum hevur ment seg heilt nógv seinastu árini. Eisini kom hann inn á, hvussu týdningarmikið tað er, serliga fyri okkara yngru leikarar, at fáa røttu venjingarmongdina. Bæði fyri at