felagið

Nei til rasismu!

Rasisma hoyrir ongastaðni heima. Hvørki á áskoðaraplássunum, netinum ella aðrastaðni. Okkara felag hevur limir, leikarar og hjálparfólk við fjølbroyttari bakgrund, og øll eru líka vælkomin í felagnum. Bæði sum HBarar og gestir. Vit taka frástøðu frá rasismu og mismuni av øllum slag.

Ókeypis á Televarpinum

Í samstarv við Televarpið, verður Conference League dysturin ímóti Buducnost Podgorica vístur ókeypis á Rás 1. Hetta merkir at øll, ið ikki hava møguleika at koma í Gundadal, kunnu síggja dystin. Hann sæst sum sagt á Rás 1 hjá Televarpinum, og

Jonas Dal Andersen gevst sum høvuðsvenjari í HB

Høvuðsvenjarin hjá Betri-monnum í HB hevur sagt seg úr starvi. – Tað hevur ein trupul avgerð at fara av skútuni, tí eg havi verið sera glaður fyri at vera í felagnum, men hon kemur av ov stórum sveiggjum í avrikunum síðstu

Petur Sigurð Rasmussen farin

Mánadagin 7. juni andaðist Petur Sigurð Rasmussen. Petur Sigurð spældi sín fyrsta dyst á besta mansliðið okkara í 1953. Í 1955 vardi hann málið, tá ið HB loksins vann sítt fyrsta FM-heiti. Og seinni sama ár vunnu Petur Sigurð og HB

Fótbóltsskúlin útsettur

Aftur í ár skipa vit fyri fótbóltsskúlanum hjá FSF, men av tí at graslíkið á Niðara vølli verður skift í næstum, verður neyðugt at útseta fótbóltsskúlan til 16. og 17. august. Upprunaliga skuldi hann vera 28. og 29. juni. Síðani umbyggingini

Vælkomin aftur í Gundadal

Hóast vit eru flutt heim aftur á Ovara vøll, hava vit enn nøkur korona tilmæli at taka hædd fyri. Gundadalur er tí býttur í fimm øki, við avmarkaðum plássum. Økini eru: Øki 1: HB-húsið Øki 2: Vestara skýlið, norður Øki 3: Vestara skýlið,

Leiðin gongur til Albania

Nú er greitt at dystirnir í Champions League undankappingini, skulu spælast í Albania. Hálvfinalan verður spæld á Niko Dovana Stadium í býnum Durrës, týskvøldið 22. juni kl. 20 lokala tíð (19 føroyska tíð). Ein møgulig finala verður spæld Elbasan Arena í Elbasan,

Lutakast í Champions League

Lutakastið til hálvfinalurnar í Champions League undankappingini hevur júst verið, og okkara mótstøðulið verður Inter Club d’Escaldes úr Andorra. Eftir ætlan skuldi øll undankappingin spælast í Føroyum, men í síðstu viku tók UEFA avgerð um at flyta kappingina, vegna føroysku krøvini

Einki Champions League í Føroyum

Undankappingin í Champions League, sum vit skuldu vera vertir fyri, verður kortini av ongum. Orsøkin er, at UEFA metir at reglugerðirnar í samband við sóttarhaldi í Føroyum eru ov strangar. Fyri okkum, og føroyskan fótbólt, er hetta ein smeitur. Tí hetta

Eingir dystir komandi vikuna

Vegna koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at útseta allar dystir í lands- og steypakappingunum. Hetta er galdandi fyri teir dystir sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni. Fyri okkum merkir hetta at landskappingardysturin hjá kvinnunum ímóti B36,