Besta liðið hjá monnum byrjaði árið á sama hátt sum teir endaðu í fjør, við einum steypi. Við 1-0 sigri á grannunum og steypavinnarunum í fjør B36, fekk HB eina framúr byrjan á fótbóltsárið. Hetta er longu annað
Mong mundu halda, at yrkisleiðin hjá Símuni Samuelsen lækkaði móti endanum, tá hann í 2015 og 2016 spældi við fyrst VB/Sumba og síðani AB. Men nú stendur hann aftur í HB-búnanum við eini FM-medalju um hálsin. Í dag hevur hann skrivað
Sebastian Pingel hevur longt sáttmálan við HB. Hann var ikki meiri enn komin í gongd í fjør, so bleiv hann langtíðarskaddur, men tað er eingin fjeppari, hvørki hjá HB ella í føroyskum fótbólti, sum ivast í evnunum hjá fryntliga dananum. Vit fegnast
Havnar Bóltfelag kann í dag – jólaaftan – bjóða øllum HBarum eina deiliga jólagávu. Okkara raski og altíð smílandi jauari á miðjuni heldur fram í HB komandi ár. Brynjar Hlöðversson hevur gjørt nýggjan sáttmála við HB, sum er galdandi fyri komandi
Hørður Askham hevur í dag gjørt sáttmála við HB. Hann er uppvaksin hjá okkum, men eftir at hava spælt vaksnamannafótbólt fyrst hjá grannunum og síðani í Klaksvík, vendir hann nú endiliga heim. 24 ára gamli verjuleikarin hevur vant við
Aftanfyri hvønn sterkan mann stendur ein sterk kvinna, og aftanfyri hvønn sterkan høvuðsvenjara stendur ein sterkur hjálparvenjari. Vit hava í dag longt sáttmálan við høgru hond hjá Heimiri, Rasmus Nolsøe. Tvøramaðurin hevur staðið undir liðini á íslendska venjaranum í ár, og
Havnar Bóltfelag hevur í kvøld gjørt sáttmála við enn ein ungan leikara. Talan er um 17-ára gamla miðvallaran Símun Sólheim, ið hoyrir til 2001-árgangin hjá felagnum. Símun er sera miðvísur og evnaríkur leikari, sum seinastu fimm árini hevur átt stóran
Havnar Bóltfelag kann í dag kunngera, at Lasse Andersen hevur gjørt nýggjan sáttmála við felagið, sum er galdandi fyri 2019. Danski miðverjin, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum, hevur roynst væl í miðverjuni saman við Bartali Wardum. Í Havnar Bóltfelagið
Pætur J. Petersen hevur í dag undirskrivað sáttmála við føroyameistararnar. HB eru í dag fegnir um at kunngera, at Pætur J. Petersen hevur valt at spæla í reyðum og svørtum komandi kappingarár. 20 ára gamli Pætur J. Petersen er skálvíkingur og spældi
HB hevur í kvøld gjørt sáttmála við 17 ára gamla Villiam E. Klein sum er uppvaksin í felagnum. Villiam er ágrýtin áleypari og hevur í ár verið við á U21-liðnum, í 1. deild og spældi sín fyrsta dyst við betri liðnum











