Vit hava í dag sett nýggjan hjálparvenjara hjá Betri-monnum. Talan er um 31-ára gamla Kevin Schindler, sum er úr Týsklandi. Hann hevur eina langa yrkisleið sum spælari aftanfyri seg, har hann m.a. hevur umboðað Werder Bremen í Bundesliguni, umframt at
Ási Pálsson Dam Fyri stuttum undirskrivaðu Dánjal Reginsson og Ási Pálsson Dam teirra fyrsta sáttmála við HB. Síðani tá hava teir haft møguleika at vísa sínar dygdir, tá teir hava vant við Betri-hópinum. Og sigast má at tað hevur gingið væl,
Hann hevur vant við okkum seinastu vikurnar, og nú eru partarnir vorðnir samdir um at skriva sáttmála. Talan er um Jákup Højgaard, ið vardi málið hjá EB/Streymi í fjør, har hann spældi 10 dystir í Betri Deildini. Jákup er 25-ára gamal
Hann hevur skorað 23 mál í 38 dystum tilsamans fyri HB, og ætlanin er at hann skal leggja fleiri afturat teimum, tí eftir tvey ár í Runavík, verður Øssur Dalbúð aftur at síggja í reyða og svarta búnanum. – Tað er
Aftur í ár skipar Venjarafelag Føroya fyri VFF Cup. Lagt verður fyri 11. januar á Argjum, og spælt verður fram til 15. februar, tá plaseringsdystirnir verða spældir. Klokkutíðirnar verða kunngjørdar so hvørt. Fyrivarni skal takast við skránni, tí veðrið kann hava
Átta mál vóru í uppskoti til ársins mál, harav vit áttu tey trý. Málið hjá Daniel ímóti ÍF, málið hjá Dan ímóti Víkingi og so sjálvandi ársins mál hjá Adrian, ið hann skoraði ímóti KÍ. Atkvøtt var á heimasíðuni hjá
Uppskot til kappingarskránna 2020 er send til feløgini, og vit bæði byrja og enda kappingarárið á útivølli. Fyrsti dystur verður á útivølli 8. mars ímóti EB/Streymi. Síðsti dystur verður ímóti KÍ, eisini á útivølli, leygardagin 31. oktober.
Magnus Egilsson hevur valt at royna eydnuna í íslendskum fótbólti, har hann hevur undirskrivað 2-ára sáttmála Valur. Harvið fylgir hann okkara fyrrverandi høvuðsvenjara, Heimi Guðjónsson, til Íslands. – Tá eg bleiv boðin at royna meg uttanlands, kundi eg ikki siga nei.
Vit hava gjørt sáttmála við 24-ára gamla miðvallaran Mathias Nygaard. Mathias kemur úr danska felagnum FC Fredericia, ið liggur á øðrum plássi í næstbestu donsku deildini, Nordic Bet Ligaen. Tað er ein stórur og sterkur maður, ið kemur inn á miðjuna,
Í gjárkvøldið fingu HB-fjepparar høvi at heilsa uppá nýggja høvuðsvenjaran hjá monnum, Jens Berthel Askou, og fysiska venjaran Sebastian Dam. Heilt fitt av fólki var møtt í HB-húsinum, fyri at hoyra teir báðar greiða frá. Sebastian byrjaði við at fortelja eitt











