betri-menn

Ein Áki afturat

Vit hava longu ein, og nú kemur ein Áki afturat. Hóast hann bert er 22-ára gamal, hevur hann spælt yvir 100 dystir fyri besta liðið hjá B68, har av 81 í Betri-deildini. Komandi tvey árini verða tað so vit i

– HB hevur altíð verið her fyri meg

Hanus, sum farna kappingarár var ein av berandi kreftunum á okkara mansliðið, skiftir frá 1. januar til slovenska meistarafelagið NK Celje. Eftir nøkur ár í útlegd, fyrst í FC Middjylland og síðani í Middelfart, vendi Hanus heim aftur í 2022. Hann

Sunniva og Teitur ársins leikarar

Á ársveitsluni vóru ársins HB-leikarar avdúkaðir. Hjá kvinnunum varð Sunniva vald til ársins leikarar, meðan Fridrikka og Rúna gjørdust ávíkavist nr. 2 og 3. Hjá monnunum var øgvuliga tætt millum teir fremstu, og tað mátti fínteljing til áðrenn Teitur kundi kjósast sum

Emil Grønn Pedersen til HB

Norski áleyparin Emil Grønn Pedersen spælir í reyðum og svørtum komandi kappingarár. Emil spældi í fjør við 07 Vestur, har hann í 26 landskappingardystum skoraði 9 mál. Sáttmálin er galdandi frá 1. januar 2025 og kappingarárið út. Vit bjóða Emil vælkomnum í Gundadal.

Tríggir á ársins liði

Ársins spælarar í fótbólti vórðu heiðraðir á tiltaki, sum FM1 skipaði fyri í samstarvi við Miðlahúsið og Fótbóltssambandið. Og tá ársins lið við monnum skuldi setast, áttu vit tríggjar spælarar millum teir útvaldu. Teir vóru Viljormur, Mathias og Hanus. Fleiri av okkara

Ási á landsliðnum

Eftir eitt gott og sannførandi kappingarár er Ási í dag úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Bakkurin hevur fingið spælitíð í 26 av 27 landskappingardystum í ár, og avrikini hava verið so sannførandi, at fyribils A-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur sent boð

Løgmanssteypið endurvunnið

Eins og í fjør skuldu 120 minuttir og brotssparkskapping til, áðrenn okkara menn kundu lyfta Løgmanssteypið upp ímóti regninum. Minuttvísarin var ikki farin tvær ferð runt, áðrenn Sammy legði okkum á odda. Málið kom eftir stóra verjuvillu frá B36, har bólturin

Øll vilja vinna hendan dystin

Nú bara eitt gott samdøgur er til finala um Løgmanssteypið verður bríkslað í gongd, eru teir síðstu smálutirnir við at koma uppá pláss. Harða arbeiðið síðani januar mánað, skal nú geva úrslit. Eins og vit flestu onnur, er Dodo eisini spentur

Teir skulu vinna – vit vilja vinna

Liðskiparin og metmaðurin skal leygarkvøldið spæla sína 6. finalu um Løgmanssteypið. Og Teitur er ikki bangin fyri at leggja trýst á B36 áðrenn dystin. – Tað er eitt størri krav hjá B36 at vinna. Teir hava ikki spælt seg til eitt

Familjuupphiting í HB-húsinum

Leygardagin 2. november verður eitt brak eini steypafinalu. Fyri at skapa bestu karmar uttanfyri vøllin, skipa HB-Stuðlar fyri familjuupphiting í HB-húsinum. Tiltakið byrjar kl. 15 og heldur fram til kl. 18, tá vit øll fara marsjerandi yvir á Tórsvøll at stuðla