Enn ein venjaraspurningur í ungdómsdeildini er avgreiddur. Hesa ferð er tað hjá okkara U11 gentum. Venjararnir eru Sarita Mittfoss og Simona Heinesen. U11 er fyri gentur føddar í 2009 og 2010. Nærri verður at frætta um venjingartíðir, tá hesar eru lagdar.
Fyrireikingarnar til kappingarárið hjá okkara ungdómsliðum eru væl á veg. Og nú eru venjarar eisini settir til U9-gentur. Tað verða Sunniva Willemoes Dal Christiansen og Tinna av Skarði ið koma at taka sær av gentunum, ið eru føddar í 2011
Nýggjasti leikarin í reyðum og svørtum er miðvallararin Mikkel Frankoch. Mikkel er 24-ára gamal, og hevur seinast spælt við Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini. Alt byrjaði í Greve, og umvegis Brøndby, FC Midtjylland og Skive, endaði hann í Vendsyssel.
Danski miðvallarin Mikkel Frankoch, hevur undirskrivað sáttmála við HB. Mikkel er 24-ára gamal, og kemur úr danska felagnum Vendsyssel FF, har Berthel fyrr hevur verið venjari hjá honum. Meira verður at frætta seinni.
Í kvøld var ársaðalfundurin hildin. Nógvir limir vóru møttir, og fyrst á skránni var formansrøðan, har greitt var frá tí farna árinum, og hvat liggur fyri framman. Øll røðan kann lesast her. Roknskapurin, ið vísti eitt yvirskot á góðar 400.000
Gott kvøld Hjartaliga vælkomin til okkara ársaðalfund. Hvat er tað, vit hava gjørt og gera í Havnar Bóltfelag fyri tíðina. Starvsnevndin hevur seinastu trý árini arbeitt við at lyfta okkara felag hægri í strembanini eftir at professionalisera allar tilgongdir; tað verði seg
Árligu Stórsteypadystirnir, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri saman við Lions Club, verða spældir á Tórsvølli leygardagin 29. februar. Bæði Betri-kvinnur og -menn spæla ímóti KÍ. Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 16:00, meðan mennirnir byrja kl. 19:00. Peningurin frá dystunum verður latin til
– Fantastiskt at vera aftur Tað eru fyrstu orðini, tá vit spyrja Teit, hvussu kenslan er at vera aftur í HB-blusuni. Teit fekk sín fyrsta dyst á okkara besta liðið, longu sum 16-ára gamal í 2014. Tey bæði næstu árini var hann
Fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 eru væl á veg. Venjingin byrjaði 1. desember, og hesa tíðina hevur Berthel brúkt til at hyggja nærri eftir teimum leikarum, sum eru í hópinum. Nakrir eru farnir víðari, meðan aðrir eru komnir afturat. Og hann
Venjarar eru nú settir til okkara U15-gentulið, og tað vera Eyðvør og Magnus Jakobsen, ið koma at taka sær av gentunum. Eyðvør verður høvuðsvenjari, meðan Magnus verður hjálparvenjari. Venjingin byrjar mánadagin 13. januar, og venjingartíðirnar eru hesar: Mánadag 16:30 – 18:00 Mikudag 16:30











