Tíðindi

Seks spælarar á U15-landsliðnum

U15-landsliðið við gentum skal seinni í mánaðinum til Estland at luttaka í Baltic Cup. Og við á ferðini verða heili seks spælarar úr HB. Tær eru: Katrin Hansen Marta Østerø Mira B. Laursen Bára T. Poulsen Ró Reginsdóttir Marjun K. Jansdóttir Vit ynskja teimum góða eydnu við

Broytingar í venjaratoyminum

Allan Dybczak verður partur av venjaratoyminum hjá Betri monnum, har hann kemur at hava høvuðsábyrgdina saman við Kevin Schindler. Mikkel Richardt Mortensen verður hjálparvenjari. Restin av venjaratoyminum hjá Betri monnum verður óbroytt.

Fluttir dystir

Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, og í steypakappingini. Broytingarnar koma m.a. av koronasteðginum og evropeisku dystunum hjá okkum. Heimadysturin ímóti KÍ, sum eftir ætlan skuldi spælast ólavsøkudag, verður spældur mikudagin 20. oktober.

Nei til rasismu!

Rasisma hoyrir ongastaðni heima. Hvørki á áskoðaraplássunum, netinum ella aðrastaðni. Okkara felag hevur limir, leikarar og hjálparfólk við fjølbroyttari bakgrund, og øll eru líka vælkomin í felagnum. Bæði sum HBarar og gestir. Vit taka frástøðu frá rasismu og mismuni av øllum slag.

Ókeypis á Televarpinum

Í samstarv við Televarpið, verður Conference League dysturin ímóti Buducnost Podgorica vístur ókeypis á Rás 1. Hetta merkir at øll, ið ikki hava møguleika at koma í Gundadal, kunnu síggja dystin. Hann sæst sum sagt á Rás 1 hjá Televarpinum, og

– Vit skulu hava eitt úrslit við til Montenegro

Eftir at Jonas Dal Andersen segði seg úr starvi í síðsta mánað, hevur Kevin staðið á odda fyri okkara Betri monnum. Fyrsti dysturin var vunnin sannførandi 6-0 ímóti B68. Seinni dysturin var ein venjingardystur ímóti Víkingi, og hóast vit ikki