ungdómslið

Jóhanna á danska U16-landsliðnum

Jóhanna Fossdalsá Sørensen er úttikin til danska U16-landsliðið við gentum. Hon spældi við HB fram til 2018, tá familjan flutti til Danmarkar. Síðani hevur hon spælt við Vildbjerg SF Elite. At fótbóltsevnini hjá Jóhannu eru framúr, hevur ongantíð verið nøkur loyna.

Sáttmála í føðingardagsgávu

HB hevur skrivað sáttmála við 16-ára gamla Ejvind Restorff Mouritsen. Ejvind, ið fyllur 16 ár í dag, er ein evnaríkur spælari, ið ger seg galdandi á framrættaðu plássunum. Fótbóltsevnini og eftirnavnið er ikki heilt ókent í HB-húsinum, tí beiggjarnir Johan Ejvind,

U11-gentur fingið venjarar

Enn ein venjaraspurningur í ungdómsdeildini er avgreiddur. Hesa ferð er tað hjá okkara U11 gentum. Venjararnir eru Sarita Mittfoss og Simona Heinesen. U11 er fyri gentur føddar í 2009 og 2010.  Nærri verður at frætta um venjingartíðir, tá hesar eru lagdar.

Venjarar settir hjá U9-gentum

Fyrireikingarnar til kappingarárið hjá okkara ungdómsliðum eru væl á veg. Og nú eru venjarar eisini settir til U9-gentur. Tað verða Sunniva Willemoes Dal Christiansen og Tinna av Skarði ið koma at taka sær av gentunum, ið eru føddar í 2011

Hesi skulu venja U15-gentur

Venjarar eru nú settir til okkara U15-gentulið, og tað vera Eyðvør og Magnus Jakobsen, ið koma at taka sær av gentunum. Eyðvør verður høvuðsvenjari, meðan Magnus verður hjálparvenjari. Venjingin byrjar mánadagin 13. januar, og venjingartíðirnar eru hesar: Mánadag 16:30 – 18:00 Mikudag 16:30

Teir ungu gera seg galdandi

Ási Pálsson Dam Fyri stuttum undirskrivaðu Dánjal Reginsson og Ási Pálsson Dam teirra fyrsta sáttmála við HB. Síðani tá hava teir haft møguleika at vísa sínar dygdir, tá teir hava vant við Betri-hópinum. Og sigast má at tað hevur gingið væl,

Ríkin skal venja U17-dreingirnar

Ríkin Napoleon Djurhuus verður høvuðsvenjari hjá U17-dreingjum í 2020. Afturat sær hevur hann fingið Ólav Gunnarsson. Umframt at vera høvuðsvenjari hjá U17 kemur Ríkin at hava ítróttarliga ábyrgdina av U13-dreingjunum saman við høvuðsungdómsvenjaranum, Christopher Harrington. Hetta merkir, at hann í

Nýggjur kvinnu- og ungdómsvenjari

Christopher Harrington er settur sum venjari hjá Betri kvinnum. Harumframt kemur hann eisini at virka sum høvuðsungdómsvenjari. Christopher er úr Írlandi, og er 32 ára gamal. Seinastu mánaðarnar hevur hann verið venjari hjá B71. Áðrenn hann endaði í Føroyum, var venjari

HBarar til EM-undankapping

Tríggir núverandi, og fýra fyrrverandi HBarar eru úttiknir til U19-landsliðið við dreingjum, sum skal spæla EM-undankapping í Danmark. Mótstøðuliðini eru Danmark, Finnland og Frakland. Úr HB eru Símun Sólheim, Tórur Franksson Joensen og Dánjal Reginsson úttiknir. Bjarti Vitalis Mørk, ið fyri