ungdómslið

U15-gentur á Malta

Fýra HB-gentur hava verið á Malta við U15-landsliðnum. Í dag vunnu tær 4-0 á Andorra, har Rakul Madsen skoraði eitt mál. Frá vinstru Rakul Madsen, Lóa Sigrið Dal Christiansen, Elin Hansen, Hanna Thomsen.

Tvey ár afturat við Ása

Bakkurin hevur longt sáttmálan, so vit nú hava pappír uppá hvønn annan í tvey ár afturat. Ási hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot á okkara besta liðið í ár. Hann hevur meira ella minni bitið seg fastan á vinstra bakki, men hevur

Hava bíðað í eitt ár

Tað er næstan eitt ár síðani, at U19-dreingirnir tryggjaðu sær luttøku í ársins UEFA Youth League, sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Luttøkan bleiv tryggjað, tá teir vunnu føroyameistaraheitið fyri U17-dreingir í 2023. Nú er tíðin so endiliga komin, at fyrsti

Ókeypis atgongd til Youth League

Mikukvøldið 18. september verður ein søgulig hending á Tórsvølli. Tí tá skal eitt føroyskt ungdómslið á fyrsta sinni royna seg í UEFA Youth League, tá okkara U19-dreingir taka ímóti meistarunum úr Luksembourg, FC Progrès Niederkorn. Tað er ókeypis atgongd til dystin,

Dávid seldur til Torino

Stjørnuskotið Dávid Reynheim skiftir til italska stórfelagið Torino, sum dagliga spælir í bestu italsku deildini, Serie A. Fíggjarligu viðurskiftini í samband við skiftið verða ikki almannakunngjørd, men hetta er ein avtala, sum vit í HB eru væl nøgd við, sigur

U19 til Luksembourg

Sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, skal U19 spæla við í fremstu europeisku kappingini fyri ungdómslið, UEFA Youth League. Lutakast hevur verði til 1. umfar í UEFA Youth League, og mótstøðuliðið hjá okkum verður meistaraliðið úr Luxembourg, FC Progrès Niederkorn. Eins

U19-landsliðið fyrr í ár í dysti ímóti Armenia

Fýra landsliðsboð afturat

Nógv landsliðsvirksemi verður komandi tíðina, og nú eru fýra landsliðsleikarar afturat úttiknir úr HB. Tað er U19-landsliðið við gentum, sum skal taka lut í Baltic Cup 2024 í Estlandi. Tríggir dystir eru á skránni, og til teir dystirnar eru 18 spælarar boðsendir,

Fýra við á U21-landsliðnum

Tríggir hava fingið afturval, og Leivur er nýggjur maður. Leivur hevur veruliga bitið seg fastan á besta liðið í ár, og nú verður hann løntur fyri harða arbeiðið og er úttikin til U21-landsliðið fyri fyrstu ferð. Leivur hevur spælt á U15-,

U17-landsliðið á venjingarlegu

Við seks spælarum eru vit best umboðaða felagið á U17-landsliðnum við dreingjum, sum skal til Spania á venjingarlegu. Frá 2. til 9. september fer U17-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania. Og av teimum 18 spælarunum, sum eru úttiknir,

UEFA Youth League

Sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, skulu okkara U17-dreingir spæla við í UEFA Youth League. Føroyar fingu í fjør tillutað eitt pláss í fremstu europeisku ungdómskappingini, UEFA Youth League. Føroyameistaranir hjá U17-dreingjum skulu luttaka, og sum kunnugt endaðu okkara U17-dreingir sum