Føroyska U21-landsliðið við monnum skal í næstum spæla tveir dystir í EM-undankappingini. Og millum teir 21 spælararnar sum eru úttiknir, eru 4 úr HB. Teir eru Stefan, Áki, Ási og Bjarti. Stefan hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum seinastu tvey árini,
Mánadagin 16. og týsdagin 17. august verður árligi fótbóltsskúlin hjá HB í Gundadali. Vit gleða okkum at síggja eina rúgvu av børnum til felagsskap og hugna við bóltinum. Okkara leikarar og venjarar eru tilreiðar at taka ímóti, og spæla fótbólt saman
U15-landsliðið við gentum skal seinni í mánaðinum til Estland at luttaka í Baltic Cup. Og við á ferðini verða heili seks spælarar úr HB. Tær eru: Katrin Hansen Marta Østerø Mira B. Laursen Bára T. Poulsen Ró Reginsdóttir Marjun K. Jansdóttir Vit ynskja teimum góða eydnu við
Í dag fór føroyska U17-landsliðið við gentum til Danmarkar, har tær skulu luttaka í NM. Og við í ferðalagnum vóru heili 7 HB-gentur. Tær eru f.v.: Teresa Jacobsen, Lea Tórarenni Johannesen, Agatha Kjærbæk, Gunnvá Lützen, Fríða M. Jakobsen, Astrid Mittfoss
Aftur í ár skipa vit fyri fótbóltsskúlanum hjá FSF, men av tí at graslíkið á Niðara vølli verður skift í næstum, verður neyðugt at útseta fótbóltsskúlan til 16. og 17. august. Upprunaliga skuldi hann vera 28. og 29. juni. Síðani umbyggingini
Vegna koronastøðuna í løtuni hevur Fótbóltssambandið gjørt av at útseta allar dystir í lands- og steypakappingunum. Hetta er galdandi fyri teir dystir sum skuldu spælast til og við hósdagin 10. juni. Fyri okkum merkir hetta at landskappingardysturin hjá kvinnunum ímóti B36,
Eftir at hava ráðført okkum við heilsumynduleikarnar, hava vit avgjørt at lata venjingarnar byrja aftur frá hósdegnum 27. mai. Tó verður HB-húsið framvegis stongt, og møguleiki verður ikki at brúka umklæðingarrúmini. Tí mugu spælarar og venjarar skifta heima, áðrenn tit koma
Tað er ikki bara A-landsliðið við monnum, sum er úttikið í dag. Eisini U21-landsliðið er úttikið, og har eru vit eisini væl umboðaði við fimm spælarum. Teir úttiknu úr HB eru: Bjarti Vitalis Mørk Samuel Johansen Chukwudi Stefan Radosavljevic Lukas Giessing Áki Debes Samuelsen Umframt teir
Bilasølan, sum umboðar merkini Volkswagen, Audi og Skoda, heldur fram sum stuðul í HB. Í fjør vóru teir at síggja á leikbúnanum hjá Betri monnum, meðan í ár eru teir stuðlar á kvinnusíðuni, har teir koma at vera sjónligir á leikbúnunum
Tormóður Petursson Djurhuus verður venjari hjá U21 og 3. deild í ár. Hóast hann hevur nógvar dystir á baki, framvegis hevur aldur til at spæla á U21, fer hann ikki at seta seg sjálvan frá byrjan. – Eg fari at standa











