Ársaðalfundurin hjá HB-stuðlum verður í HB-húsinum, týsvøldið 26. mars kl. 20.00. Skrá sambært lógum felagsins. Val av fundarstjóra. Formaðurin greiðir frá farna árinum. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar. Møgulig uppskot frá nevndini. Val av nevnd og 2 tiltakslimum. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara. Ymiskt
Leygardagin 13. januar verður árligi arbeiðs- og ruddingardagurin í HB-húsinum. Vit byrja við morgunmati kl. 10, og fara síðani at rudda, vaska og hampa um, so húsið verður klárt til kappingarbyrjan. Um kvøldið verður borðreitt við góðum mati. Lat teg í tey
Aftur í ár selja vit fýrverk í HB-húsinum. Fýrverkssølan er opin hesar tíðir: Hósdag 28. desember kl. 13-20 Fríggjadag 29. desember kl. 13-20 Leygardag 30. desember kl. 10-20 Nýggjársaftan er stongt.
Leygardagin 4. november verður stóri finaludagurin. Dyrnar í HB-húsinum lata upp kl. 15, har vit bjóða ókeypis pylsur, kaku og kaffi til allar HBarar. Vit fara at hita upp við sangi og góðum veitslulag, áðrenn vit fara marsjerandi yvir á Tórsvøll.
Sølan av atgongumerkjum til steypafinaluna er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á FSF.fo Prísurin er 100,- kr., bæði fyri vaksin og børn. HB-áskoðarar sita í bólkunum 101 til 104. Mynd: Mike Hendrickson / HB
Gundadalur kókaði, tá vit við einum sannførandi avriki, spældu okkum í steypafinaluna. Nógv vágafólk vóru komin til Havnar, og við rómaraljósum, megafon og trummum, settu tey sín dám á frá byrjan. Hetta tendraði eisini ein neista í okkara áskoðarafjøld, ið ikki
Í dag, 4. oktober, eru 119 ár síðani at Havnar Bóltfelag varð stovnað. Vanligt er at hátíðarhalda rundar føðingardagar, men í ár er tað soleiðis, at føðingardagurin er samstundis sum seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið er. Í hesum sambandi bjóða
Leygardagin frá kl. 16 hita vit upp til grannauppgerðina ímóti B36. Grillin verður tendrað, og vit fara at selja burgarar og pylsur. Eisini verður møguleiki at fáa andlitsmáling.
Grannauppgerðin hjá Betri monnum ímóti B36 verður spæld leygarkvøldið 10. juni kl. 18.00. Í samband við dystin verður skipað fyri upphiting og øðrum í HB-húsinum. Nærri kunning um hetta kemur seinni. Mynd: portal.fo
Týskvøldið 9. mai er stóra brakið í kappingini um Løgmanssteypið. HB-húsið letur upp kl. 17, har m.a. tippikapping og andslitsmáling er á skránni. Eisini vera umboð fyri Sport 24 til staðar, og selja nýggju HB-draktina frá Puma við 20% í avsláttri.











