hb-stuðlar

Finaludagur í HB-húsinum

Leygardagin 4. november verður stóri finaludagurin. Dyrnar í HB-húsinum lata upp kl. 15, har vit bjóða ókeypis pylsur, kaku og kaffi til allar HBarar. Vit fara at hita upp við sangi og góðum veitslulag, áðrenn vit fara marsjerandi yvir á Tórsvøll.

Vit eru í steypafinaluni!

Gundadalur kókaði, tá vit við einum sannførandi avriki, spældu okkum í steypafinaluna. Nógv vágafólk vóru komin til Havnar, og við rómaraljósum, megafon og trummum, settu tey sín dám á frá byrjan. Hetta tendraði eisini ein neista í okkara áskoðarafjøld, ið ikki

119-ára føðingardagsveitsla

Í dag, 4. oktober, eru 119 ár síðani at Havnar Bóltfelag varð stovnað. Vanligt er at hátíðarhalda rundar føðingardagar, men í ár er tað soleiðis, at føðingardagurin er samstundis sum seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið er. Í hesum sambandi bjóða

Upphiting til grannauppgerð

Leygardagin frá kl. 16 hita vit upp til grannauppgerðina ímóti B36. Grillin verður tendrað, og vit fara at selja burgarar og pylsur. Eisini verður møguleiki at fáa andlitsmáling.

Grannauppgerð leygarkvøld

Grannauppgerðin hjá Betri monnum ímóti B36 verður spæld leygarkvøldið 10. juni kl. 18.00. Í samband við dystin verður skipað fyri upphiting og øðrum í HB-húsinum. Nærri kunning um hetta kemur seinni. Mynd: portal.fo

Spar 20% uppá HB-draktina

Týskvøldið 9. mai er stóra brakið í kappingini um Løgmanssteypið. HB-húsið letur upp kl. 17, har m.a. tippikapping og andslitsmáling er á skránni. Eisini vera umboð fyri Sport 24 til staðar, og selja nýggju HB-draktina frá Puma við 20% í avsláttri.

HB-Stuðlar: Nevndin heldur fram

Aðalfundur hjá HB-Stuðlum var í gjár. Byrjað var við formansfrágreiðingini fyri farna árið. Árini 2020 og 2021 vóru nógv merkt av korona, men í 2022 kom endiliga gongd á aftur nakað av tí virkseminum, ið HB-Stuðlar vanliga skipa fyri, m.a.

Aðalfundur hjá HB-stuðlum 2023

Ársaðalfundurin hjá HB-stuðlum verður í HB-húsinum, mánakvøldið 20. mars kl. 20.00. Skrá sambært lógum felagsins. Val av fundarstjóra. Formaðurin greiðir frá farna árinum. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar. Møgulig uppskot frá nevndini. Val av nevnd og 2 tiltakslimum. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara. Ymiskt