felagið

Special Olympics-liðið kosið ársins ítróttátak

Special Olympics-liðið hjá okkum var á árliga Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF kosið at vera Ítróttaátakið 2022. Í grundgevingini skrivar ÍSF at Special Olympic fótbóltsliðið er eitt átak við vikuligari venjing fyri vaksin við menningartarni. Men tað er ikki bara venjing. Liðið hevur eisini umboðað

Takk fyri hesa ferð

Ársins leikari í fjør, Pætur Petersen, hevur valt at taka av møguleikanum at fara til Íslands at spæla, har hann hevur gjørt sáttmála við KA. Hey allir HB-fjepparar. Eg vil gjarna siga takk fyri stuðulin tey síðstu 4 árini. Eg havi

Aðalfundur 2023

Ársaðalfundur felagsins verður í HB-húsinum, mikukvøldið 15. februar 2023 kl. 20. Dagsskrá: Frásøgn formansins frá farna árinum Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum Val av roknskapargrannskoðarum Innkomin mál Ymiskt Nevndin

NB Fysioterapi við í 2023

Síðstu tvey árini hava vit samstarva við NB Fysioterapi, og soleiðis verður eisini í 2023, nú avtala er gjørd um at leingja samstarvið. Tað verður, eins og í 2022, Niklas Reginsson, sum fer at taka sær av fysioterapeutiska virkseminum í

Ungdómsnevndin skipað

Ungdómsnevndin í HB hevur skipað seg. Í nevndini eru: Ransin N. Djurhuus (formaður) Teitur M. Gestsson Rókur av Fløtum Jespersen Rani D. Christiansen Rúni Mohr Linda av Fløtum Nevndin hevur yvirskipaða ábyrgd av ítróttarligu strategiini í ungdómsdeildini, sum t.d. at tryggja, at ungdómsvenjarar hava røttu karmarnar at

Fløskuinnsavning

Í samband við at U11-dreingir fara til Danmarkar at luttaka í Aalborg City Cup, fara teir at savna fløskur inn í vikuskiftinum 7. og 8. januar. Um tit hava fløskur at lata, taka dreingirnir fegnir ímóti. Aalborg City Cup verður í

Nýggjárshugni í HB-húsinum

Nýggjársaftan kl. 14-16 verður nýggjárshugni í HB-húsinum. Kom og fá eitt gott prát við aðrar HBarar um árið, ið fór, og tað sum kemur. Og sjálvandi verður kaffi, vaflur og annað gott at fáa. Minst til, at fýrverkssølan eisini er opin

Fýrverk

Aftur í ár selja vit fýrverk í HB-húsinum. Tá tú keypir fýrverkið frá okkum, stuðlar tú samstundis ungdómsdeildini. Fýrverkssølan er opin hesar tíðir: 29. desember kl. 10-20 30. desember kl. 10-20 31. desember kl. 10-14