betri-menn

Leikskráin klár

Leikskráin hjá Betri monnum fyri kappingarárið 2021 er nú klár. Kappingin byrjar 7. mars, tá silvurvinnararnir frá í fjør, NSÍ, koma á vitjan. Longu vikuna eftir er fyrsta slagið um Havnina á skránni. Á ólavsøku bjóða vit arvafíggindunum úr KÍ vælkomnum

HB – NSÍ á ovara vølli

Vøllurin við Løkin í Runavík er frystur, og tí er dysturin í VFF Cup millum HB og NSÍ fluttur til Havnar. Hann verður spældur á ovara vølli, fríggjadagin 29. januar kl. 19.00

Samuel í uppskoti til Ársins Ítróttastjørnuskot 2020

Heiðurin verður latin ungum ítróttarfólki, ið veruliga hevur skarað framúr. Og vit kunnu øll vera samd í, at Samuel veruliga fekk sítt gjøgnumbrot í fjør. Í grundgevingini skrivar ÍSF: Samuel Johansen Chukwudi hevur einans 17 ára gamal veruliga gjørt

Teitur ársins HB-leikari

HB-fjepparar valdu Teit til ársins leikara hjá monnunum í 2020. Beint aftanfyri hann kom Heri, meðan Hilmar Leon gjørdist nr. 3. Til lukku tit tríggir.

Dysturin fluttur til Fuglafjarðar

Hóast Tórsvøllur er ruddaður fyri kava, er hann enn frystur, og tí verður ikki mett ráðiligt at spæla á honum. Tí er dysturin í VFF Cup ímóti ÍF fluttur til Fuglafjarðar, og byrjar kl. 14:30 Mynd: Sverri Egholm, portal.fo

VFF Cup sunnudagin

Útsetti dysturin í VFF Cup ímóti ÍF verður spældur á Tórsvølli í morgin, sunnudagin 24. januar kl. 13. Mynd: Álvur Haraldsen, in.fo

Eingir dystir í dag

Dysturin í VFF Cup hjá Betri monnum ímóti ÍF er fyribils útsettur vegnar kava. Somuleiðis er venjingardysturin hjá kvinnunum ímóti NSÍ í Runavík, avlýstur vegna veður.

Jonas gleðir seg at koma í gongd

Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari, eftir at hann í gjár undirskrivaði ein 2-ára sáttmála. Hann hevur ongantíð roynt seg sum venjara aðrastaðni enn í Danmark. Men hesa avbjóðingina kundi hann ikki takka nei til. – Mær hevur altíð dámt væl

Jonas Dal Andersen nýggjur høvuðsvenjari

Danin Jonas Dal Andersen verður nýggjur høvuðsvenjari hjá okkara Betri monnum. Jonas er 44-ára gamal, hevur DBU Pro-venjaraútbúgving, og er ein royndur maður í donskum fótbólti. Hann var í nógv ár knýttur at venjaratoyminum hjá FC Midtjylland, har hann m.a. var

Jákup tekur eitt ár afturat

Jákup Højgaard hevur longt sáttmálan, so at hann nú er galdandi til árslok 2021. Jákup kom til felagið í fjør, og var fyri tað mesta eykamálmaður. Tó so, fekk hann ein dyst á besta liðnum, tá hann bleiv skiftur inn