Tíðindi

Spennandi finala í væntu

Leygardagin kl. 17 spæla kvinnurnar steypafinalu á Tórsvølli ímóti NSÍ. Sostatt verður punktum sett fyri kappingarárið 2021 hjá kvinnunum. Okkara kvinnur endaðu á 5. plássi í landskappingini, og tað er nokk eitt sindur undir hvat var væntað og vónað. Men stórar

Tvey ár afturat við Hørði

Hørður hevur longt sáttmálan við HB, so hann nú er galdandi í tvey ár afturat. – Eg trívist øgiliga væl í HB, og haldi at umhvørvið í felagnum er gott. Eg havi ambitiónir um at vinna, so hettar er tað rætta

Korona steingir HB-húsið

Nú smittutrýstið er so høgt, er landsstýrið komið við nýggjum koronatilmælum. Og fyri at minka um smittuvandan, hava vit valt at fylgja hesum, og steingja tí HB-húsið. Í fyrstu atløgu er hetta galdandi í 10 dagar frá í dag av.

HB best umboðað á landsliðnum

Til komandi A-landsdystirnar hjá monnum hevur landsliðsvenjarin Håkan Ericson sent boð eftir Teiti, Daniel, Bartal, Hørði, Heðin og René. Dystirnir eru báðir á útivølli ímóti Danmark og Ísrael ávíkavist 12. og 15. november. Mynd: FSF

Kvinnurnar í steypafinaluni

Kvinnurnar eru klárar til steypafinaluna. Hetta gjørdist greitt, tá tær vunnu 2-0 á 07 Vestur í seinnu hálvfinaluni, og harvið 3-1 samanlagt. Rúna Jacobsen skeyt bæði málini, eitt í hvørjum hálvleiki. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 13. desember. Mótstøðuliðið verður NSÍ

U15-gentur greipuvinnarar

Við 3-0 sigri á NSÍ hava U15-genturnar tryggjað sær FM-heitið. Hetta er 17. sigurin av 17 møguligum, og tí kann nærmasti kappingarneytin, FC Hoyvík, ikki fáa tær aftur. Hesi bæði liðini hava verið í serflokki í ár, og møttust eisini í

Steypið handað

Flestum kunnugt hava 1. deild kvinnur vunnið deildina í ár. Og tað sera sannførandi eisini. Tær hava ligið á fremsta plássinum tað mesta av kappingini. Ein dystur er endaður við javnleiki, og ein er taptur. Restina hava tær vunnið.  

Fleiri landsliðsboð á gentu- og kvinnusíðuni

HB er sera væl umboðað á ungdómslandsliðnum á gentu- og kvinnusíðuni. Hjá kvinnunum eru Kára Kára Djurhuus, Sara Samson Lamhauge og Sarita Maria Mittfoss úttiknar til komandi dystirnar ímóti Ukraina og Ungarn.   Sunniva Willemoes Dal Christiansen er úttikin til

Gott steypahál

Í vikuskiftinum vóru seinast steypafinalurnar í ungdómsdeildini spældar. Lagt var fyri fríggjakvøldið, tá U13-dreingirnir tóku ímóti KÍ. Okkara dreingir lótu ongan iva vera, og vunnu trygt 6-0. Dagsins leikari var Dánial Mørkøre. Síðani kom túrurin til U18-genturnar. Her var heldur eingin

Lukas aftur á U21-landsliðnum

Í oktober skal føroyska U21-landsliðið spæla tveir dystir. Og til teir dystirnar eru fýra HBarar úttiknir. Bjarti, Stefan og Áki vóru allir við seinast, og umframt teir er hesa ferð eisini pláss fyri Lukas. Lukas hevur verið illa darvaður av skaða,