Á ársveitsluni vóru ársins HB-leikarar avdúkaðir. Hjá kvinnunum varð Sunniva vald til ársins leikarar, meðan Fridrikka og Rúna gjørdust ávíkavist nr. 2 og 3. Hjá monnunum var øgvuliga tætt millum teir fremstu, og tað mátti fínteljing til áðrenn Teitur kundi kjósast sum
Øll atgongumerki til 120-ára veitsluna eru seld. Fleiri hava spurt um eyka atgongumerki, men pláss er ikki til fleiri.
Leygardagin 2. november verður eitt brak eini steypafinalu. Fyri at skapa bestu karmar uttanfyri vøllin, skipa HB-Stuðlar fyri familjuupphiting í HB-húsinum. Tiltakið byrjar kl. 15 og heldur fram til kl. 18, tá vit øll fara marsjerandi yvir á Tórsvøll at stuðla
Stóra føðingardagsveitslan verður leygarkvøldið 9. november. Og sum siður er, byrjar veitslan kl. 19.04, har vit bjóða vælkomudrykk. Síðani verður farið til borðs, har matskráin sær soleiðis út: Forrættur: rækjubland við salati, mango, galia melón, cherry tomat og sitrón dressingi Høvuðsrættur: oksafilet
Hóskvøldið hittast HB fjepparar til dyst á stórskíggja í Glitnir. Vit byrja kl. 19.00 har Irish Pub bjóðar serlig tilboð til allar HB fjepparar. Tey, ið keypa eina av heimskendu kotelettunum ella ein búff, fáa eina ókeypis øl ella sodavatn
Mikukvøldið 19. juni spæla vit seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið í Norðragøtu. Okkara menn hava tørv á øllum stuðli, og tí skipa HB-Stuðlar fyri bussferð. Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 17.15. Prísurin er 100 kr. fyri vaksin og 50
Týskvøldið 26. mars var aðalfundur hjá HB-Stuðlum. Nevndin skipaði seg beint eftir fundin. Turið, Uni og Høgni stóðu fyri valið, og blivu øll afturvald. Harumframt valdi nevndin at víðka um talið av nevndarlimum til 7. Klæmint Weihe var í uppskoti, og
Ársaðalfundurin hjá HB-stuðlum verður í HB-húsinum, týsvøldið 26. mars kl. 20.00. Skrá sambært lógum felagsins. Val av fundarstjóra. Formaðurin greiðir frá farna árinum. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til samtyktar. Møgulig uppskot frá nevndini. Val av nevnd og 2 tiltakslimum. Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara. Ymiskt
Leygardagin 13. januar verður árligi arbeiðs- og ruddingardagurin í HB-húsinum. Vit byrja við morgunmati kl. 10, og fara síðani at rudda, vaska og hampa um, so húsið verður klárt til kappingarbyrjan. Um kvøldið verður borðreitt við góðum mati. Lat teg í tey
Aftur í ár selja vit fýrverk í HB-húsinum. Fýrverkssølan er opin hesar tíðir: Hósdag 28. desember kl. 13-20 Fríggjadag 29. desember kl. 13-20 Leygardag 30. desember kl. 10-20 Nýggjársaftan er stongt.