felagið

– HB hevur altíð verið her fyri meg

Hanus, sum farna kappingarár var ein av berandi kreftunum á okkara mansliðið, skiftir frá 1. januar til slovenska meistarafelagið NK Celje. Eftir nøkur ár í útlegd, fyrst í FC Middjylland og síðani í Middelfart, vendi Hanus heim aftur í 2022. Hann

Ási á landsliðnum

Eftir eitt gott og sannførandi kappingarár er Ási í dag úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. Bakkurin hevur fingið spælitíð í 26 av 27 landskappingardystum í ár, og avrikini hava verið so sannførandi, at fyribils A-landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur sent boð

Løgmanssteypið endurvunnið

Eins og í fjør skuldu 120 minuttir og brotssparkskapping til, áðrenn okkara menn kundu lyfta Løgmanssteypið upp ímóti regninum. Minuttvísarin var ikki farin tvær ferð runt, áðrenn Sammy legði okkum á odda. Málið kom eftir stóra verjuvillu frá B36, har bólturin

Familjuupphiting í HB-húsinum

Leygardagin 2. november verður eitt brak eini steypafinalu. Fyri at skapa bestu karmar uttanfyri vøllin, skipa HB-Stuðlar fyri familjuupphiting í HB-húsinum. Tiltakið byrjar kl. 15 og heldur fram til kl. 18, tá vit øll fara marsjerandi yvir á Tórsvøll at stuðla

120-ára føðingardagveitsla

Stóra føðingardagsveitslan verður leygarkvøldið 9. november. Og sum siður er, byrjar veitslan kl. 19.04, har vit bjóða vælkomudrykk. Síðani verður farið til borðs, har matskráin sær soleiðis út: Forrættur: rækjubland við salati, mango, galia melón, cherry tomat og sitrón dressingi Høvuðsrættur: oksafilet

John Eystberg fingið stóra viðurkenning frá UEFA

Tá árliga UEFA Grassroots Week var, vórðu limalondini í UEFA biðin um at skjóta upp eina grasrótarhetju. Ein einstakling, sum hevur givið sítt íkast til fótbóltsumhvørvi í landinum. Úr Føroyum var okkara egni John Eystberg skotin upp av FSF. Hóast hann

Silvur í 1. deild

1. deild kvinnur endaðu á 2. plássi í ár. Liðið hevur í ár verið mannað við ungum gentum, sum hava fingið eitt sindur av hjálp frá nøkrum av rutineraðu kreftunum. So her er nógv gott í væntu.

Jens Erik trý ár afturat

Jens Erik Rasmussen hevur longt sáttmálan við HB, sum nú er galdandi til og við 2027. Hann hevur høvuðsábyrgd av dreingjum frá U5 til U11 og gentum frá U5 til U13. Harvið er ungdómsarbeiðið í tryggum hondum komandi trý árini.  

Old-Girls endaðu á 3. plássi

Leygardagin 21. september var seinasta kapping í Old-girls í ár. Áðrenn kappingina lógu okkara niðast av fimm liðum við einans 8 stigum. Vit mistu 12 stig, tá vit ikki fingu mannað lið til næstseinasta umfar. Tá royndu vit við øllum kreftum at