Mikudagin 19. juni kl. 11.00 verður lutakast til 2. umfar í Conference League. Styrkismeting og bólkar verða kunngjørdir mikudagin kl. 8.30. Lutakastið sæst beinleiðis á heimasíðuni hjá UEFA. Dystirnir í 2. umfari av Conference League verða spældi ávíkavist 25. juli
Mikukvøldið 19. juni spæla vit seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið í Norðragøtu. Okkara menn hava tørv á øllum stuðli, og tí skipa HB-Stuðlar fyri bussferð. Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 17.15. Prísurin er 100 kr. fyri vaksin og 50
Miðvallarin Teitur Justinussen verður útleigaður til AB restina av kappingarárinum. Teitur er 18-ára gamal og verður lýstur sum ein evnaríkur og hart arbeiðandi miðvallari við eyga fyri spælinum, og einum góðum skoti. Hann er partur av evnaríka 2006-árganginum, sum hevur kappast
HB hevur gjørt avtalu við norska felagið Bryne um at leiga Noah Mneney restina av hesum kappingarárinum. Noah er 21-ára gamal miðvallari, og hevur spælt við Bryne síðani 2023. Áðrenn tað spældi hann við Víkingi, har hann fekk 73 dystir í
Vegna skaða hevur Bartal givið avboð til landsdystirnar í Baltic Cup. Eftir at hava spælt sannførandi í alt 2024, var tað ikki óvæntað, at landsliðsvenjarin aftur fekk eyguni upp fyri Bartal. Tí var hann úttikin til A-landsliðið, sum skal luttaka í
Mikukvøldið kl. 18.30 spæla vit fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið ímóti Víkingi. Vit vilja minna á, at árskortini hjá HB ikki eru galdandi í steypakappingini. Atgongumerki fáast sum vant til keyps við dyrnar og kosta, eins og til landskappingardystir,
Umframt Samuel eru tríggir aðrir HB’arar úttiknir til A-landsliðið við monnum, sum skal spæla tveir venjingardystir í juni mánað. Hann fekk sínar fyrstu landsdystir í 2022, tá hann kom á vøllin ímóti Kekkia og Kosova. Eftir at hava sitið uttanfyri við
Fyrst var tað arbeiðsloyvið, og nú er tað ein skaði, sum ger, at tað gongur ein løta, áðrenn vit síggja Emmanuel aftur á vøllinum. Tað var í 8. umfari ímóti B36, at vit sóu Emmanuel á vøllinum fyri fyrstu ferð. Kviki
Undan kappingarbyrjan bleiv leiguavtala gjørd við Hvidovre IF og Elias Rusborg, um at miðverjin bleiv leigaður úr Hvidovre fram til summar. Elias fer nú aftur til Hvidovre, og vit takka honum fyri tíðina í felagnum.
Tað tók sína tíð, men nú er arbeiðsloyvið hjá Emmanuel, sum kom úr svenska felagnum Eskilstuna, endiliga komið uppá pláss. Tað var í februar, at sáttmáli var skrivaður við 21-ára gamla Emmanuel Agyeman Duah. Striltið hevur gingið at fáa síðstu loyvini











