Tíðindi

Lutaseðlar drignir

Lutaseðlarnir hjá U12 gentum og dreingjum, sum fara til Dana Cup í summar, eru nú drignir. Vinnaratølini til lutaseðlasøluna hjá U12 hjá HB   til Dana Cup 2024   E Hvítur 34963 –  Gisting í 1 nátt fyri 2 fólk í dupultkamari íroknað morgunmat á

Arbeiðsloyvið komið uppá pláss

Tað tók sína tíð, men nú er arbeiðsloyvið hjá Emmanuel, sum kom úr svenska felagnum Eskilstuna, endiliga komið uppá pláss. Tað var í februar, at sáttmáli var skrivaður við 21-ára gamla Emmanuel Agyeman Duah. Striltið hevur gingið at fáa síðstu loyvini

Jógvan longt sáttmálan

Jógvan Elmarsson Ósá skrivaði fyrr í ár undir sín fyrsta sáttmála við HB. Og síðani tá er gingið skjótt. Hann hevur bitið seg fastan í Betri-deildarhópin, og hevur eisini fingið sínar fyrstu minuttir í Betri-deildini. Hetta hendi, tá hann bleiv

Skaðastøðan hjá Ása

Ási mátti lata seg skifta út ímóti 07 Vestur við nøkrum, sum líktist einum álvarsligum skaða. Tað bleiv ein stokkut gleði, tá Ási bleiv skiftur inn í hálvleikinum ímóti 07 Vestur. Tí bara góðir 20 minuttir vóru spældir í seinna hálvleiki,

Lutakast til fjórðingsfinalurnar

Lutakastið til fjórðingfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið hevur verið, og vit spæla aftur á útivølli. Eftir at vit varpaðu KÍ úr kappingini við einum 3-2 sigri í Klaksvík, vóru vit sjálvsagt í pottinum til fjórðingsfinalurnar. Og lutakastið háttaði seg soleiðis, at

Teir “gomlu” sleptir á gras

Ein heldur sjáldsom sjón var á niðara vølli í gjár, tá okkara Old girls vandu. Fyri fyrstu ferð vandi HB Old boys 35+! Teir hava leingi tosað um at fáa gongd á, og endiliga eydnaðist teimum at koma út at venja.

Kvinnurnar møta Skála

Lutakast hevur verið í steypakappingini hjá kvinnum. Mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni verður Skála. Dysturin verður spældur í Gundadali, mikudagin 12. juni. Skála er “nýtt” lið í Betri deildini hjá kvinnum, eftir at samstarvið við EB/Streym endaði í 2023. Liðini hava longu spælt ein

Limadagur

Limadagurin verður í HB-húsinum mikudagin 10. apríl frá kl. 15.00 til kl. 19.00 Frá 15.00 til 16.30 skipa Jens Erik og Oddur fyri ymiskum bóltspølum á vøllinum. Kl. 16.00 til 16.30 skriva leikarar frá Betri monnum autografar, og kl.

Tað bleiv KÍ

Tað verður stórdystur á skránni longu í 1. umfari. Lutakast hevur verið til 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið. Og fyrsta forðingin í at endurvinna kappingina eru arvafíggindarnir úr KÍ. Dysturin verður spældur við Djúpumýru mikudagin 24. apríl. Mynd: Álvur Haraldsen,

HB væl umboðað á U19-landsliðnum

U19-landsliðið við gentum er í hesum døgum í Turkalandi, har tær skulu spæla EM-undankapping. Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi og Armenia. HB eigur heili 6 av leikarunum sum eru í føroyska hópinum. Tær eru: Teresa Jacobsen, Astrid Mittfoss, Lisa