Tað verður ein vælkendur maður, ið kemur at standa á odda fyri okkara mansliðið í 1. deild. Tí eitt ár eftir at hann gavst sum spælari, verður Símun Samuelsen aftur at síggja í Gundadali. Hjálparvenjari verður Ríkin Napoleon Djurhuus. Vælkomin heim, Símun.
Avmarkað atgongd er til steypafinaluna, og tí verður dysturin vístur á stórskíggjanum á Ovara Vølli. HB-húsið letur upp kl. 13, og dysturin byrjar kl. 16
Leygardagin 5. desember spæla vit finaluna um Løgmanssteypið. Vit hita upp í HB-húsinum frá kl. 13:00, og ganga skrúðgongu yvir á Tórsvøll kl. 15:30. Øll eru vælkomin!
Fyrr í ár varð avgjørt at seta eina serliga nevnd fyri kvinnufótbóltin í HB. Hetta fyri at raðfesta kvinnufótbóltin enn hægri. Nakað sum Fótbóltssamband Føroya eisini hevur meldað út. Vit í HB taka fult undir við at kvinnufótbólturin skal hava hægri
Leygardagin kl. 16 spæla okkara menn steypafinaluna ímóti Víkingi á Tórsvølli. Vegna koronatilmælini eru bert uml. 1.100 atgongumerki til taks, og tey verða seld á nethandlinum hjá FSF – https://www.fsf.fo/nethandil/. Sølan byrjar týsdagin
Heri Nolsøe hevur gjørt ein nýggjan HB-sang í samband við 24. FM-heitið felagsins. Heri hevur gjørt bæði orð og lag. Rókur Jákupsson Jakobsen syngur og Jóhan Ziskason spælir gittar. Kris-Stuff STUDIO hevur staðið fyri upptøku, arrangering, ljóðførum og kóri. TAÐ ERU
Longu nú kanst tú keypa árskortið til komandi kappingarár. Hetta er upplagda jólagávan til tann rætta HBaran. Kortið kann keypast í okkara nethandli, og verður koyrt út í viku 50. Útkoyring er ókeypis í Tórshavnar Kommunu. Keyp kortið HER.
Vánaliga veðurforsøgnin ávirkar nú steypafinalurnar, har tvey av okkara ungdómsliðum eru umboðaði. Finalan um Blaðberasteypið hjá U17-dreingjum er framskundað ein hálvan tíma, og verður spæld fríggjadagin 20. november kl. 17:00. Ringa veðrið ger eisini at finalan hjá U15-gentunum er flutt frá leygardegi,
HB og John Petersen, sum síðani í vár hevur verið høvuðsungdómsvenjari hjá felagnum, og seinnu helvt av kappingarárinum eisini venjari hjá okkara Betri kvinnum, eru komin ásamt um, at John ikki verður venjari komandi kappingarár. Hetta árið hevur verið avbjóðandi upp
Í vikuskiftinum var síðsta umfar í 1. deild hjá kvinnum, har okkara tóku ímóti AB í Gundadali. Tær gjørdu bart, og vunnu dystin 3-0. Málini skutu Sára Jespersen og Súsanna Tummasardóttir (2). Við sigrinum tryggjaðu kvinnurnar sær 3. plássið í deildini,











