Atgongumerkjatreytir

Allir áskoðarar hava skyldu til einans at brúka sítt ávísta pláss. Áskoðarar skulu bæði áðrenn og undir dystinum halda seg til ávísta plássið, tó undantikið um ein skal nýta vesi ella sølubúð.

Tað er samstundis týdningarmikið, at allir áskoðarar kanna, hvør inngongd skal nýtast og halda seg til tær avmarkingar, sum eru á og kring Ovara vøll í Gundadali og á Tórsvølli í samband við dystin.

Atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.

Áskoðaraøkir

Áskoðaraøkini eru býtt sundir í økir til viðhaldsfólk hjá heimaliðnum (vanliga 90% av stadionplássunum) og økir til viðhaldsfólk hjá vitjandi landsliðinum (vanliga 10% av stadionplássunum).

Tað er ábyrgdin hjá atgongumerkjakeypara og atgongumerkjaeigara at fáa sær atgongumerki til tað ella tey økir, sum eru sett av til viðhaldsfólk hjá tí liði, ið keypari og eigari heldur við.

Atgongd til stadion og kanning av áskoðarum

Inn á stadion slepst bara við at vísa gyldugt atgongumerki. Allir áskoðarar verða kannaðir við inngongdina.

HB kann bert veita vissu fyri, at fólk sleppa inn til dystarbyrjan, um fólk standa í biðiraði í seinasta lagi 30 minuttir, áðrenn dysturin byrjar.

Burturmist atgongumerki verður ikki endurgoldið.

Atgongd og steðgur

Atgongumerkið gevur atgongd til ta inngongd og tað tænastu- og áskoðaraøkið, sum stendur á atgongumerkinum. Verður roynt at sleppa inn ella at seta seg aðrastaðni, kann hetta hava við sær burturvísing frá stadion.

Alkohol

Alkohol og onnur rúsandi evni mugu hvørki verða tikin inn á stadionøkið ella nýtt har.

Áskoðarar, ið hava kenning ella eru ávirkaðir, kunnu av trygdarávum verða burturvístir .

Skilhaldsreglur

Áskoðarar skulu halda seg til skilhaldsreglurnar hjá FSF, HB og hjá stadionøkinum, umframt til aðrar ásetingar hjá myndugleika og løgreglu á staðnum.

Lutir, sum eru bannaðir á stadionøkinum
  • termokannur
  • fløskur og dósir
  • hvassir lutir
  • kompressarahorn
  • laserljós
  • stór videomyndatól og fotomyndatól
  • vápn ella lutir, ið minna um vápn ella kunnu verða nýttir sum vápn
  • fýrverk, hondbluss og annað eldverk .

Eftirlitsfólkini meta í hvørjum einstøkum føri um at banna aðrar lutir, ið kunnu metast at vera vandamiklir.

Vøllurin

Ein og hvør atgongd til vøllin er bannað. Brot á skilhaldsreglurnar kann hava við sær burturvísing og/ella endurgjaldskrav.

Afturvísing og burturvísing

Brot á keypstreytir kunnu hava við sær afturvísing ella burturvísing frá stadion.

Ábyrgdarfólk hjá HB, eftirlitsfólk og løgregla hava heimild til at afturvísa ella burturvísa áskoðarar, sum ikki halda ásettu treytir.

Afturvísing ella burturvísing ger ikki, at atgongumerkið verður endurgoldið. Heldur ikki verður annar kostnaður, sum beinleiðis ella óbeinleiðis verður settur í samband við tiltakið ella tilburðin, endurgoldin.

Endurgjaldsábyrgd

Brot á treytir og regluverk kann hava við sær afturvísing, burturvísing og/ella endurgjaldsábyrgd.

HB kann eisini seta í verk endurgjaldskrav mótvegis tí ella teimum, sum elva til sektarrevsing og/ella fyri møguligan inntøkumiss í sambandi við, at HB av UEFA ella FIFA fær álagt forboð ímóti at spæla ein ella fleiri altjóða dystir á Ovara vølli í Gundadali, á Tórsvølli ella á øðrum stadion.

Ábyrgd:

Dystir verða leiktir sum fyriskipað vísandi til Fótbóltslógina (Laws of the Game).

HB hevur onga ábyrgd ei heldur nakra endurgjaldsábyrgd fyri, at dystur verður steðgaður ella avlýstur vísandi til Fótbóltslógina og kappingarreglur, sum kappingarfyriskiparin hevur lýst. Áheitanir um hetta verða vístar til fyriskiparan: Havnar Bóltfelag, Postboks 1333, Gundadalur, 100 Tórshavn ella teldupostur: hb@hb.fo.