Gjaldstreytir

Handilstreytir hja Havnar Bóltfelag

Havnar Bóltfelag
Gundadalur
100 Tórshavn
TLF: +298781904

CVR: 345385

Vøruúrvæl

Á okkara heimasíðu hevur tú møguleika at keypa árskort, merchandice, billettir til dystir v.m.

Gjalding

Havnar Bóltfelag modtager online betalinger med; Dankort, Visa/Dankort, Visa, Mastercard.

DIBS - Payments made easy

Tá talan er um fysiskar vørur, verður peningurin trektur av tygara konto, tá vøran verður send frá Havnar Bóltfelag. Tá tú keypir talgildar vørur, so sum kaffihald, verður fyrsta gjaldið trekt av kontuni beinanvegin, og síðani samsvarandi við treytirnar í haldinum.

Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.

Allar upphæddir á heimasíðuni eru við meirvirðisgjaldi.

Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).

Havnar Bóltfelag nýtir ein tryggan gjaldsservara frá Nets, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.

Heimasíðan hjá Havnar Bóltfelag verður somleiðis bronglað við SSL protokol.

Levering

Leveringstíðin fyri bíleggingar er 1-7 gerandisdagar.

Øki: Vørur verða sendar við Posta í Føroyum. Levering uttanfyri Føroyar verur rokna frakt til sendingina.

Frakt blívur rokna eftir vekt.

Iðrunarrættur

Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðrunarrætt.

14 dagar eru at rokna frá tí degi vøran er leverað.

Tað er ikki iðrunarrættur á billettum.

Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.

Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.

Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti hb@hb.fo. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)

Standur á vøruni við afturbering

Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið skyldast aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt í tú kanst gera í einum fysiskum handli.

Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Havnar Bóltfelag um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.

Viðv. billetkeyp

Latingartíð – billettir
Atgongumerki og ein kvittan verða send við telduposti beinanvegin goldið er.

Iðranarrættur – billettir
Vísandi til “Forbrugeraftaleloven §17 stk. 2 saman við §9 stk. 2 nr. 2a” er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti. Møgulig umsitingargjøld verða ikki endurgoldin.

Avgreiðslugjald – billettir
Eitt avgreiðslugjald verður kravt fyri hvørt bílagt atgongumerki.

Ábyrgd – billettir
Havnar Bóltfelag hevur onga ábyrgd ei heldur nakra endurgjaldsábyrgd fyri, at dystur verður steðgaður ella avlýstur vísandi til Fótbóltslógina og kappingarreglur, sum kappingarfyriskiparin hevur lýst.

Endurgjald

Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.

Endurgjaldskrav skal boðast frá Havnar Bóltfelag í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Havnar Bóltfelag endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.

Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.

Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:

Havnar Bóltfelag
Gundadalur
100 Tórshavn
Tlf.: +298781904

Endurgjaldskrav sent sum postkrav verður ikki móttikið.

Viðskifta- og privatlívspolitikkur

Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.

  • Starvsfólkum og leiðslu hjá Havnar Bóltfelag
  • Útvaldir og álítandi triðjamenn, ið nýta tínir persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
  • Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.

Fyri at strika tínar upplýsinar, skal Havnar Bóltfelag hava fylgjandi:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tað tænastur vit selja.

Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Havnar Bóltfelag, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.

Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.

Stjóri og starvsfólk hjá Havnar Bóltfelag hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.

Ábyrgd av dátum hjá Havnar Bóltfelag: Havnar Bóltfelag

Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.

Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Havnar Bóltfelag. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til hb@hb.fo.

Farspor (cookies)
Vit nýta farspor á hb.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her: Webshop Cookies og Privatlivspolitik.

Hagtøl
Vit nýta hagtøl á hb.fo, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.

Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá Havnar Bóltfelag.

Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.

Brúkaravernd

Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá Nets: https://www.nets.eu/GDPR

Klagur

Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.


Iðrunarfrymil

(hesin frymil skal fyllast út og sendast til hb@hb.fo um iðrunarrætturin er galdandi)

– Til [Havnar Bóltfelag, Gundadalur, FO-100 Tórshavn, Føroyar, hb@hb.fo]:

– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum iðrunarrætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:

– Navn á vøru (*)

– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)

– Navn á keypara (Forbrugernes navne)

– Bústaður hjá keypara (Forbrugernes adresse)

– Undirskrift hjá keypara (Forbrugernes underskrifter) (kun hvis formularens indhold meddeles på papir)

– Dagfesting