Lógir Havnar Bóltfelags
Samtyktar á fyrsta sinni 30. sept. 1911, síðani broyttar 6. apríl 1930, 20. okt. 1931, jan. 1957, 1959, 1962, 1968, 1. mai 1969, 16. jan. 1973, 22. jan. 1978, 1988, 14. nov. 1991, 19. nov. 1992, 11. jan. 2001, 29. jan. 2003, 4. des. 2004, 17. feb. 2009, 22. feb. 2011, 21. jan. 2014 og 7. feb 2022.
Grein 1 – Navn og heimstaður
Navn felagsins er Havnar Bóltfelag – ella í stuttum HB. Heimstaðurin er Tórshavn. Felagið varð stovnað 4. oktober 1904.
Grein 2 – Endamál
Høvuðssetningurin er at fremja kunnleika og áhuga fyri fótbólti í høvuðsstaðnum og at geva ungdóminum góðar karmar og møguleikan at mennast kropsliga og sosialt gjøgnum fótbóltsspælið.
Felagið kann íðka aðrar ítróttargreinar umframt fótbólt.
Felagið er limur í FSF og ÍSF.
Grein 3 – Limaskapur
Øll kunnu gerast limir í felagnum – virknir ella hvílandi. Limaskapurin er galdandi, tá ið limagjaldið er goldið. Tó kann innliman verða noktað, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.
Aðalfundur felagsins kann – við 2/3 av atkvøðunum í meiriluta at rokna millum tey, ið greiða atkvøðu á fundinum – burturvísa limi, ið fremur munandi brot á skyldur sínar mótvegis felagnum ella sum virkar beinleiðis til skaða fyri felagið.
Limur, íð – hóast kravdur – ikki rindar limagjald sítt, kann verða strikaður sum limur í felagnum. Hóast limur er burturvístur ella strikaður, hevur hann skyldu at rinda fult limagjald fyri viðkomandi roknskaparár.
Grein 4 – Limagjaldið
Limagjaldið verður ásett av nevnd felagsins. Nevndin ger av ivaspurningar um gjaldsskyldu og um hvussu limagjald verður kravt.
Grein 5 – Skylda limanna
Tað er skylda limanna at halda lógirnar umframt mannagongdir, ið eru samtyktar av nevndini.
Grein 6 – Uppsøgn av limaskapi
Uppsøgn av limaskapi skal verða á skrift. Uppsagnartíðin er 30 dagar.
Grein 7 – Starvsnevndin
Felagið verður stjórnað av 5-8 mannanevnd, ið verður vald av ársaðalfundinum, tó bert helvtin av nevndarlimunum hvørja ferð. Nevndarlimur verður valdur fyri 2 ár og skal vera fyltur 18 ár. Nevndarlimur kann verða afturvaldur. Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og peningarøkili. Nevndin leggur sjálv sítt arbeiði til rættis. Miðað skal verða eftir at hava ein fund um mánaðin, men fundur skal í minsta lagi verða annanhvønn mánað. Nevndarfundir felagsins skulu førast í gerðabók. Hon skal í hvussu er lýsa allar avgerðir hjá nevndini og skal undirskrivast av nevndarlimun, sum eru á fundi.
Nevndin er viðtøkufør, tá ið 2/3 av nevndarlimunum eru møttir. Allar avgerðir á nevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, men stendur á jøvnum er atkvøða formansins avgerndi.
Peningarøkilin rindar útreiðslur felagsins eftir ávísing formansins.
Grein 8 – Arbeiðsbólkar, hjálparfólk vm.
Starvsnevndin hevur heimild til at seta arbeiðsbólkar, hjálparfólk, ráðgevarar o.a., sum hon metir tørv vera á. Starvsnevndin fastsetir við starvskipan reglur fyri virksemið hjá omanfyri nevndu.
Grein 9 – Ábyrgd nevndarinnar
Nevndin hevur fíggjarligu og ítróttarligu ábyrgdina. Limir felagsins ábyrgdast á ongan hátt persónliga fyri fíggjarligu skyldum felagsins.
Grein 10 – Roknskapargrannskoðarin
Ársaðalfundurin velur roknskapargrannskoðara, sum ikki er nevndarlimur. Hann grannskoðar roknskap felagsins og vissar seg um, at ognir felagsins eru til. Hann hevur rætt til, so ofta hann vil, at síggja felagins gerðabók og allar konti, kassaskjøl o.a.
Grein 11 – Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Nevndin boðar til aðalfundar við 14 daga ávaring á heimasíðu felagsins, ella við skrivligum boðum til allar einstøku limirnar, og altíð við fundarskrá. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, tá hann er lógliga boðaður. Allir limir kunnu møta, og atkvøðurætt hava allir, sum eru fyltir 16 ár fundardagin. Øll uppskot og val á aðalfundinum verða viðgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta. Hvør limur hevur eina atkvøðu, men tó bert um limagjaldið er goldið. Stendur á jøvnum, fellur málið. Fundurin kann avgera, at atkvøðugreiðsla skal verða skrivlig og loynilig. Fundurin avgerð um mál, sum limir hava lagt fyri fundin, skulu viðgerast.
Mál. ið limir ynskja viðgjørd áðalafundi, mugu verða nevndini í hendi innan 1. januar. Eru tað mál, sum viðkandi ynskir sett undir atkvøðugreiðslu, skal skrivligt uppskot fylgja við. Aðalfundurin verður stjórnaður av orðstýrara, sum nevndin velur. Fundarstjórin ger gerðarbók felagsins og undirskrivar hana.
Vanligur ársaðalfundur verður hildin á hvørjum ári í í seinasta lagi í februar mánaði við í minsta lagi hesari dagsskrá:
- Frásøgn formansins frá farna árinum
- Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
- Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum
- Val av roknskapargrannskoðarum
- Innkomin mál
- Ymiskt
Grein 12 – Eykaaðalfundur
Starvsnevndin kann kalla til eykaaðalfund. Annars skulu í minsta lagi 40 limir (við atkvøðurætti) krevja tað, samstundis sum tað verður boðað starvsnevndini skrivliga frá tí, ið fyrilagt verður. Eykaaðalfundur verður lýstur á sama hátt sum vanligur aðalfundur.
Grein 13 – Keyp og sølu av fastari ogn v.m.
Keyp og søla av fastari ogn og aðrar fyri felagið týdningarmiklar íløgur skulu góðkennast av aðalfundinum ella einum eykaaðalfundi, tá lýst er til tess. Á hesum fundi mugu í minsta lagi 40 av limum felagsins (við atkvøðurætti) vera møttir. Av teimum møttu limunum mugu 2/3 atkvøðu fyri. Er hetta tal av limun ikki møtt á fundinum, verður nýggjur fundur lýstur á sama hátt sum omanfyri, og er hesin tá viðtøkuførur uttan mun til hvussu nógvir eru møttir.
Grein 14 – Avtøka felagsins
- Lýst má verða lógliga til eykaaðalfundar
- Avtøka felagsins má vera tilskilað fundarskránni
- 2/3 av limum felagsins mugu vera á fundi
- Av teimum møttu limunum mugu 3/4 atkvøða fyri avtøkuni. Eru ikki nóg nógvir limir á fundi, kann verða boðað til eykaaðalfundar á øðrum sinni við somu dagsskrá, og er hesin fundur tá altíð viðtøkuførur við 3/4 av teimum møttu. Ikki mugu ganga meir enn 21 dagar frá hesum til tann seinna fundin.
Í sambandi við avtøku av felagnum verður ognin at lata Barnabata.
Grein 15 – Lógarbroyting
Lógarbroyting kann bert verða gjørd á aðalfundi/eykaaðalfundi, tá lýst verður til tess.
Grein 16 – Lógarsamtykt
Hesar lógir eru samtyktar á aðalfundi felagsins hin 7. februar 2022. Samstundis falla allar aðrar viðtøkur Havnar Bóltfelags, sum stríða ímóti hesi lóg, burtur.