Heiðurslimir

Poul Michelsen

Poul Michelsen

22-07-1944

Poul leikti á fremsta liðnum hjá HB seinnapartin av sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum og kom eisini á landsliðið. Hann gjørdi bæði málini í minniliga 2-1 dystinum móti KÍ í 1971 og vissaði HB meistaraheitið tað árið.

Poul var formaður í fótbóltsdeildini hjá ÍSF áðrenn FSF var stovnað, og hann var fyrsti formaður í P/F Havnar Fótbólti, sum virkaði frá 1998 til 2011 og fekk átta meistarheiti í hús til HB í hesum tíðarskeiði.

Poul var undangongumaður í Tórsvallarætlanini, sum nú er vorðið eitt prýðiligt landsstadion.

Poul varð útnevndur til heiðurslim í Havnar Bóltfelag á ársveitslu felagsins í 2014.

Jógvan Á Lað (Johansen)

Jógvan Á Lað (Johansen)

1922-2012

Mr. HB
Jógvan á Lað var í mong ár ímyndin av Havnar Bóltfelag.
Umframt at vera formaður, var hann bæði liðformaður hjá HB og á landsliðnum.

Jógvan var eisini leiðari í bygginevndini, tá gamla og nýggja HB-húsið skuldi byggjast.

Jógvan var fastur fúsur í Gundadali, eisini tá hann var komin væl upp í árini.

Jógvan gjørdist fyrsti heiðurslimur í Havnar Bóltfelag 24. juli 1992.

Les annars meira um Jógvan í báðum HB-bókunum.

Ólavur Lambaa

Ólavur Lambaa

1927-2000

Var við til at stovna Felagið HB-stuðlar í 1979.

Ólavur gjørdist fyrsti heiðurslimur í HB-stuðlum á ársaðalfundinum í mars 2000.

Ólavur var formaður í ÍSF í tíðarskeiðinum 1962-1972
Mynd: HB, mars 2000

Heri Mohr

Heri Mohr

19-03-1925

Var við til at endurstovna Felagið HB-stuðlar í 1990.
Kassameistari í nevndini 1990-2000.

Heri gjørdist næsti heiðurslimur í HB-stuðlum á ársaðalfundinum í 2001.

Mynd: HB, 2001

Eigil Hansen

Eigil Hansen

1929-2010

Ein eldsál í stuðlafelagnum.

Nevndarlimur 1995-1998.

Eigil gjørdist triði heiðurslimur í HB-stuðlum á ársaðalfundinum í 2003.

Mynd: HB, 2003

Jógvan Páll Lassen

Jógvan Páll Lassen

Jógvan Páll Lassen bleiv á ársveitsluni 2018 kosin heiðurslimur í HB fyri sítt stóra arbeiði felagnum at frama.

Aage Samuelsen

Aage Samuelsen

Aage Samuelsen bleiv á ársveitsluni 2018 kosin heiðurslimur í HB fyri sítt stóra arbeiði felagnum at frama.