NielsM

About NielsM

This author NielsM has created 6 entries.

U21 í steypafinaluni

Okkara U21 menn hava møguleika at endurvinna steypakappingina, eftir at teir í gjár spældu seg í finaluna. Hálvfinalan var ímóti oddaliðnum í landskappingin, NSÍ, og varð spæld Gundadali. Dysturin endaði 2-1 til okkara, og málini skutu Martin Hjaltalin Dam og Villiam Emil Klein. NSÍ minkaði um munin í yvirtíðini. Mótstøðuliðið verður Skála, sum vann á AB eftir brotsparkskapping. Finalan verður á Tórsvølli 20. september.

Stórsigur í Fuglafirði

Lagið er gott, nú vit koma suður aftur til Havnar við trimum stigum og 5 málum. Vit løgdu okkum á odda longu í øðrum minutti, tá Hørður varð hægstur og stútaði eitt hornaspark frá Adrian í netið. Hansara fyrsta mál fyri HB. Bara tríggjar minuttir seinni skoraðu vit til 2-0, tá Ari við høvdinum beindi eitt perfekt innlegg frá Daniel í málið. Hóast Adrian hevur til vana at skora uttanfyri feltið, vísti hann í dag, at hann eisini kann skora í feltinum,

HB-stuðlar hava aðalfund

Ársaðalfundurin hjá HB-stuðlum verður í HB-húsinum 12. mars kl. 20.00. Møtið fjølment allir limir – eisini er høvi at gerast stuðul á fundinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Tommy Falkenberg, Niels Uni Dam og Fríðunn Niclasen standa fyri vali.

HB fær norskan styrk

HB hevur í dag undirskrivað sáttmála við 22 ára gamla norðmannin Andreas Breimyr. Hann hevur vant við HB í vetur og spældi millum annað móti Skála í finaluni í VFF-cup. Andreas Breimyr er uppvoksin í London, har hann sum barn spældi við feløgum sum Fulham, Reading og Aldershot. Sum vaksin hevur hann fyri tað mesta spælt í Norra, við Bryne, Viking og Hødd, men var eitt skifti knýttur at hópinum hjá Crystal Palace. Hann fekk tó

Okkara menn vunnu eisini Stórsteypið

Besta liðið hjá monnum byrjaði árið á sama hátt sum teir endaðu í fjør, við einum steypi. Við 1-0 sigri á grannunum og steypavinnarunum í fjør B36, fekk HB eina framúr byrjan á fótbóltsárið. Hetta er longu annað steypið hjá okkara monnum í ár, eftir at teir vunnu VFF Cup fyri 14 døgum síðan. Hetta er fyrstu ferð, at vit vinna Stórsteypið síðani 2010. Í fyrra hálvleiki gekk striltið at fáa spælið at hanga saman. Tað

Kvinnurnar eru meistarar meistaranna

Í Íslandi kallað tey vinnaran av stórsteypadystinum meistarar meistaranna, og hetta heitið kunnu okkara dugnaligu kvinnur nú bera við stoltleika. Á sjálvum føðingardegnum hjá venjaranum Allan Dybczak vann okkara besta kvinnulið Stórsteypið, ið dystinum millum besta og næstbesta liðið í fjør, sum Lyons skipaði fyri. EB/Streymur Skála vann í fjør greipuna, meðan HB var næstbest í báðum kappingum. Men alt bendir á, at okkara kvinnur fara at geva teimum skarpan gang í ár. Tí í Stórsteypadystinum