Marni

About Marni Mortensen

This author Marni Mortensen has created 60 entries.

Stong út í Klaksvík

Eftir eitt keðiligt 3-1 tap fyri KÍ mugu vit helst ásanna, at seinasti FM-møguleikin er fokin. Hóast leikliga yvirvág, so vóru vit revsaðir av ein einum effektivum KÍ liðið. M.a. Raktu vit træverkið trígjjar ferðir. KÍ kom á odda longu í 13. minutti, tá Jóannes Bjartalíð gjørdist leysur í feltinum. Hóast markeringar fyri rangstøðu lat linjuverjin ikki við seg koma, og so var 1-0. Hendan støðan helt sær til hálvleiks. Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik fingu vit útjavnandi málið.

Adrian søkti Víking

Við einum frálíkum seinna hálvleiki fingu vit vent einum hóttandi tapi til sigur. Í fyrra hálvleiki var ikki nógv at rópa hurra fyri. Manglandi konsentratión og skeivar avleveringar elvdu til frustratión bæði á vøllinum og millum áskoðararnar. Tá Víkingur so legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki í fyrsta(!) veruliga álopinum, tóktist panikkurin spakuliga breiða seg. Hvat bleiv sagt í hálvleikssteðginum, vita vit ikki. Men tað riggaði í øllum førum. Tí liðið var sum hamskift. Meira ferð kom á spælið, avleveringarnar

Enn ein javnleikur

Fyri fimtu ferð í ár, og aðru ferð ímóti NSÍ, máttu vit taka til takkar við javnleiki. Hóast leikliga yvirvág megnaðu vit ikki at hála øll trý stigini við til Havnar. Ein sera lívligur Pætur legði okkum á odda, tá tað restaðu gott og væl 10 minuttir av fyrra hálvleiki. Teitur spældi ein langan bólt fram, NSÍ-málverjin og verjuleikari fingu ikki avstemmað støðuna, og Pætur takkaði fyri og trillaði bóltin í tóma málið. Í seinna hálvleiki vóru vit eisini spælstýrandi, har NSÍ

Nullloysn í slagnum um Havnina

Uttan mál vinnur man ikki dystir. Banalt orðaskvaldur, men ikki ósatt av teirri orsøk. Leikliga vóru vit omaná, serliga í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom B36 eitt sindur meira við, tó uttan at Teitur skuldi finna tær heilt stóru bjargingarnar fram. Tá bóltarnir komu inn um verjuna, sópaði Teitur teir upp eins og ein gøtusópari á ólavsøku. Men sum seinni hálvleikur leið, tóktust grannarnir vera meira nøgdir við at verja tað eina stigið. Um tað var nøgdsemi um tað eina

Javnleikur hóast leikliga yvirvág

Hóast vit svumu í møguleikum, rakk tað bert til javnleik ímóti Linfield Men tað byrjaði ikki sum ætlað. Longu í 1. minutti kom Linfield á odda 1-0. Eitt innlegg úr høgru endaði fyri føturnar á Andy Waterworth, sum tætt undir málinum smekkaði bóltin í kassan. Hetta var sum at fáa ein vátan vøtt beint á trýnið. Sjokkbyrjanin tóktist tó ikki nerva okkara menn, og vit settu okkum skjótt á dystin. Nógvir møguleikar vórðu skaptir, men inn vildi bólturin ikki. Um ikki tað

Stór avbjóðing fyri framman

Týsdagin kl. 16.45 spæla vit fyrra Europa League dystin ímóti Linfield. Hetta er fimtu ferð, at Linfield vitjar í Føroyum, men enn hevur einki lið megna at koppa teimum yvir tveir dystir, hóast tað onkuntíð hevur verið nær við. Linfield vann norðurírska meistarheitið í fjør. Hetta var teirra meistarheiti nr. 53, og teir eru nr. 2 á heimslistanum yvir flest vunnin meistaraheiti, bert aftanfyri Rangers úr Skotlandi, ið hevur vunnið 54 meistarheiti. So hóast tað ikki ljóðar so eksotiskt, er tað

So nær við, og tó…

Hóast vit eina løtu trúðu uppá tað, so var langt á mál til, at vit spældu okkum víðari í Champions League. Ístaðin eitur tað Europa League fyri okkara viðkomandi. Dysturin byrjaði væl, har vit høvdu gott tamarhald á dystinum. Og í 17. minutti legði Pingel okkum á odda, eftir at Jógvan Rói spældi hann leysan. 1-0 og optimisman var at fáa eyga á. Góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik, tevjaðu vit av álvara blóð. Eitt hornaspark varð skotið yvirum málið,

Trivaligur sigur í “lítlu” grannauppgerðini

Seinasti dystur áðrenn summarsteðgin endaði við einum tryggum 5-0 sigri AB. Felags fyri teir síðstu fýra dystirnar hjá okkum er, at tað er komið mál innan fyrstu 5 minuttirnar. Og soleiðis var aftur í dag. Beint áðrenn klokkan rundaði 5. minuttin, hevði Ari lagt okkum á odda 1-0. Hóast vit tóktust hava kontrol á dystinum, vóru argjamenn naskir og royndu at hótta, tó uttan at tað bleiv heilt vandamikið. Tá kann sigast, at vit vóru vandamiklari. M.a. hevði Adrian tvey skot á

Shaki kemur heim

Landsliðsleikarin, René Shaki Joensen, kemur heim aftur at spæla við barndómsfelagnum HB. Hann fór sum ungur niður at spæla við Brøndby, har hann m.a. fekk debut í Superliguni. René kom í 2014 ein stuttan túr heim aftur, og spældi 40 dystir í bestu deildini við okkum, áðrenn boð vóru úr honum í Vendsyssel. Í 2017 gekk leiðin til Grindavík í Íslandi, har hann hevur spælt til nú. Í stuttari viðmerking sigur René, at hann er sera spentur uppá at koma heim aftur,

Tryggur sigur á Skála

Í góðveðrinum á Skála avgjørdu vit alt í fyrra hálvleiki, tá vit otaðu okkum nærri toppliðunum. Ofta hoyra vit venjarar siga, at man skal vera klárur frá byrjan. Hóast hetta viðhvørt tykist ljóðað sum útvatnað, innartómt orðaskvaldur, kann ikki sigast annað enn, at tað vóru vit. Klokkan var ikki farin ein umgang runt, áðrenn Símun, ísakaldur sum altíð, legði bóltin upp í hornið. Bartal sendi ein langan bólt fram, sum Skála-verjan í fyrstu syftu fekk vart fyri. Men bólturin datt fyri