hogni

About Høgni Berg

This author Høgni Berg has created 129 entries.

Atgongumerki AB – HB

Sunnudagin kl. 15 spæla mennirnir á Argjum. Enn eru avmarkingar galdandi fyri talið av áskoðarum, og tí skulu atgongumerkini keypast í forsølu á atgongumerki.fo. Vit hava fingið tillutað 100 atgongumerki til dystin, og skulu sita í Sonu 3.

Trý stig í sólini

Hóast tað var gjørt nógv burturúr hagtølunum hjá okkum í Fuglafirði, og summir serfrøðingar royndu at tosa ÍF upp, so var eingin ivi um hvar stigini endaðu. Í góðveðrinum sóðu vit til tíðir sera gott spæl, bæði offensivt og defensivt. Ein góður fyrri hálvleikur legði lunnar undir sigurin. Offensivt riggaði væl, og okkara men tóktust væl fyrireikaðir til dystin. Tó so, okkurt gleps kom frá ÍF, men tá á stóð, høvdu vit sum altíð ein tryggan aftasta skansa í Teiti. Fyrsta málið

Atgongumerki ÍF – HB

Sum flestum kunnugt er aftur loyvt at hava áskoðarar til dystir í Betri deildini. Tó verður hetta undir annarleiðis umstøðum enn vit eru von við, samstundis sum tað er eitt avmarkað tal av áskoðarum. Til dystin ímóti ÍF sunnudagin er hetta markið sett til 300, og vit hava fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at selja. Hesi verða til keyps í HB-húsinum 16. mai, undir 1. deildardystinum ímóti B71. Tvs. millum kl. 15 og 17. Vit vilja gera vart við, at tað

Áki Debes Samuelsen fingið sáttmála

16-ára gamli Áki Debes Samuelsen hevur undirskrivað 2-ára sáttmála við HB. Áki hevur spælt meginpartin av sínum ungdómsárum í HB, burtursæð frá tveimum árum í Danmark har hann hevur verið knýttur at FC Midtjylland. Hann verður lýstur sum ein spennandi offensivur leikari, ið eisini hevur umboðað Føroyar á U15- og U17-landsliðnum. Harvið er hann enn ein í røðini av spennandi ungdómsleikarum, ið skrivar sáttmála við okkum.

Góðkend byrjan!

Ársins fyrsti dystur endaði við teprum 1-0 sigri, og hóast leikliga yvirvág allan dystin kundi tað verið endað heilt galið til síðst. Vit høvdu bóltin so at siga allan dystin. Tær fáu ferðirnar EB/Streymur fekk fatur á honum, fingu teir sjáldan meira enn 3-4 samanhangandi avleveringar, áðrenn vit vunnu hann aftur. Høga og ágrýtna pressspælið riggaði væl, tó uttan at vit fingu skapt teir heilt stóru møguleikarnar. Besti møguleikin var, tá Pætur kom at standa púra fríur í brotsteiginum, men skallaði

Sitið heima í morgin!

Nú Betri deildin hjá monnum endiliga fer í gongd, verður tað fyribils uttan áskoðarar. Tilmælini frá heilsumynduleikunum eru enn at fólk ikki samlast í ov stórum bólkum. Tí vilja vit inniliga heita á tykkum um at vera heima, og hyggja eftir dystinum í Televarpinum ístaðin. Koronasmittan hevur gjørt stórt inntriv í okkara gerandisdag, men um vit øll lyfta hesa uppgávuna í felag, gongur vónandi ikki alt ov lang tíð, áðrenn vit sleppa at bjóða tykkum øllum aftur í Gundadal. Tað at eingir