hogni

About Høgni Berg

This author Høgni Berg has created 129 entries.

Lutaseðlarnir drignir

Drigið er um stóru stuðulsseðlarnar hjá HB, og vinnaratølini eru hesi: Vinningur nr.  Vinnaratal 1  338 2  389 3  408 4  18 5  243 6  472 7  403 8  261 9  146 10  309 11  482 12  387 13 220 14 74 15 410 16 202 17 333 18 356 19 99 20 471 21 63 22 214 23 138 24 240 25 310

Broyting hjá Betri-kvinnum

Nevndin í HB ynskir at gera nakrar broytingar á kvinnusíðuni til komandi kappingarár. Í hesum sambandi hevur nevndin valt at steðga samstarvinum við venjaran hjá Betri-kvinnum, Allan Dybczak. Hann hevur verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá HB í fleiri umførum, og takkar HB honum fyri tað arbeiðið, sum hann hevur gjørt fyri kvinnufótbóltin hjá felagnum. Arbeitt verður við at seta nýggjan hvøuðsvenjara hjá Betri-kvinnum.

HBarar tilnevndir virðislønir

Hóskvøldið 7. november, skipar Fótbóltssamband Føroya, saman við Miðlahúsinum og FM1, fyri Fótbóltsgalla. Og bæði hjá kvinnum og monnum, eru fleiri HBarar tilnevndir. Bæði í bólkinum “Ársins venjari” og “Ársins málverji” er HB umboðað, bæði á kvinnu- og manssíðuni. Hjá venjaranum eru tað sjálvsagt høvuðvenjararnir báðir, Allan og Heimir, ið eru tilnevndir. Millum málverjarnar er tað  Eyðgerð sum er tilnevnd, meðan Teitur hevur møguleika at endurvinna heiðurin hjá monnum frá í fjør. Kvinnurnar høvdu tríggjar tær fremstu á topskjúttaralistanum, og hesar eru

HBarar til EM-undankapping

Tríggir núverandi, og fýra fyrrverandi HBarar eru úttiknir til U19-landsliðið við dreingjum, sum skal spæla EM-undankapping í Danmark. Mótstøðuliðini eru Danmark, Finnland og Frakland. Úr HB eru Símun Sólheim, Tórur Franksson Joensen og Dánjal Reginsson úttiknir. Bjarti Vitalis Mørk, ið fyri stuttum skifti til AB, er eisini úttikin. Harumframt eru Hanus Sørensen, Ári Arge og Leivur Guttesen, ið allir hava sína dagligu gongd í donskum feløgum, við í endaliga hópinum. Vit ynskja føroyska U19-landsliðnum góða eydnu. Mynd: fsf.fo

Heri heim aftur

Nú venjarin er komin uppá pláss, kunnu vit avdúka enn eina tilgongd á leikarasíðuni. Eftir eitt ár á Argjum, kemur Heri H. Mohr heim aftur í Gundadal. Her kenna vit hann mest sum ein kvikan vongspælara. Eftir avmarkaða spælitíð í 2018, valdi Heri at skifta til AB. Og fyri hann og AB, má hetta sigast at vera ein skilagóð avgerð, tí hann spældi allar dystirnar á tamb, í júst farna kappingarárið. Umframt at spæla á vonginum, gjørdi hann seg eisini

Nýggjur venjari settur

Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari hjá okkara besta mansliði. Hann er 37 ára gamal og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har. Umframt royndir sum venjari hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild umframt í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðað Kasımpaşa S.K. og Norwich

Bartal longt sáttmálan

Bartal Wardum hevur longt sáttmálan við HB. Síðani hann á fyrsta sinni kom á besta liðið, sum 16 ára gamal, hevur hann verið meira ella minni fastur maður, og er nú skrásettur fyri 158 dystir og 9 mál. So hóast sín unga aldur, er talan um ein royndan mann. Hann hevur eisini umboða Føroyar á ungdómslandsliðum, og varð úttikin til A-landsliðið fyrr í ár.

Endaðu við sigri

Ársins síðsti dystur endaði við 2-1 eitt sigri á AB. Hóast medaljurnar vóru farnar úr eygsjón, var dysturin ikki heilt uttan týdning. Tí annað enn ein sigur, kundi føra við sær at vit endaðu kappingina á einum 5. plássi. Vertirnir á Argjum løgdu seg eisini á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Og hóast vit royndu, so máttu vit fara til hálvleiks, aftanfyri 1-0. Sum dysturin leið, sótu vit meira og meira á tí heila. Tað bleiv lagt meira fyri í tí

Framhaldandi vandi fyri frísparksmálum í Gundadali

Ársins leikari og toppskjútti í 2018, frísparkskongurin, Adrian Justinuessen verður verandi í Gundadali. Adrian fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum í 2014, og hevur síðani ment seg til at vera ein av okkara absoluttu lyklaleikarum. Vit fegnast um at Adrian fer at leggja afturat teimum 131 dystunum og 40 málunum.

Operatiónin eydnaðist!

Patienturin yvirlivdi og er útskrivaður! Lagnudystur hjá 1. deild í Sørvági bleiv ongantíð so dramatiskur, sum vit høvdu væntað. Tí okkara gjørdu bart, vundu burturúr heimaliðnum, og vunnu at enda heili 5-0 ímóti 07 Vestur, sum fyri fáum vikum síðani spældi við um uppflyting til Betri deildina. Men hóast okkara vóru greitt við yvirlutan, vóru eyguni uttanfyri vøllin, vend ímóti øðrum dystum. Tí um B36 og Skála bæði vunnu sínar dystir, var einki hjá okkum at gera. Men við einari hjálpandi hond