hogni

About Høgni Berg

This author Høgni Berg has created 102 entries.

Venjaratoymið sett hjá U7-gentum

Tað vera tær tríggjar, Súsanna Tummasardóttir, Ása Stórá Carlsen og Beinta Jensen, sum koma at taka sær av okkara U7-gentum. Hesar ungu kvinnurnar eru allar partur av Betri-hópinum hjá kvinnunum. U7 er fyri allar gentur føddar í 2013 og 2014. Vant verður hvønn hósdag kl. 17:30 á Niðara Vølli, og allar eru vælkomnar. Vegna tilmælini frá heilsumynduleikunum er eingin venjing í løtuni. Kunna verður nærri, tá venjingarnar byrja aftur.

Jákup vil bara sleppa at spæla

Hann fór sum ungur avstað at royna fótbóltseydnuna, men ein álvarsamur skaði steðgaði fyribils hansara uttanlandsævintýri. Nú er hann so komin heim aftur til barndómsfelagið, har hansara fremsta mál er at sleppa at spæla fótbólt aftur. Hóast tað enn eru nakrir mánaðir til hann verður aftur á vøllinum, so er tað tó ein positivur og optimistiskur Jákup vit fáa orðið á. Og tá vit spyrja hann, hvussu tað kennist at vera heima aftur, er hann avgjørdur í sínum svarið. – Deiligt!

Ein heilsan frá liðskiparanum

Leygardagin 7. mars vandu okkara menn á Ovara Vølli sum vanligt. Tær síðstu strikurnar á taktikktalvuni vóru teknaðar, og spælararnir fóru heim heim at hvíla seg, áðrenn ársins fyrsta landskappingardyst ímóti EB/Streymi. Lítið vistu vit tá, at vit nú meira enn tvær vikur seinni, ikki eru komin ígongd við landskappingina. Fyri at minka um vandan fyri koronasmittuni, hevur ikki verið gjørligt at havt nakra skipaða fótbóltvenjing. Hetta hevur, sum vera man, havt stóra ávirkan á venjingina í felagnum. Spælararnir hjá Betri

Eingin fótbóltur fyrr enn í mai

FSF boðar frá, at eftir tilmæli frá heilsumynduleikunum, hevur Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya avgjørt at útseta allar fótbóltskappingar, fyribils fram til 1. mai. Hetta er galdandi fyri allar kappingar fyriskipaðar av FSF. Tað merkir at eingin dystur verður spældur í lands- ella steypakapping, og er hetta galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbóltin. Vit í HB fylgja eisini tilmælum frá mynduleikum og ÍSF, um at avlýsa allar venjingar til og við 13. apríl. HB-húsið er eisini stongt í hesum tíðarskeiði. Kunnað verður

Serligar umstøður krevja serlig atlit

Nú landið er meira ella minni í undantaksstøðu, hevur hetta, flestum kunnugt, haft stóra ávirkan á alt virksemi felagsins. HB-húsið er stongt, og allar barna- og ungdómsvenjingar eru fyribils avlýstar. Undir vanligum umstøðum var landskappingin hjá monnum farin ígongd, men hon er fyribils útsett í tvær vikur. Hetta hevur eisini sína ávirkan á fyrireikingarnar til kappingarárið. Spælararnir fóru heim í síðstu viku, meðan venjaratoymið arbeiddi við einari loysn, har til ber at venja, samstundis sum at øll atlit frá heilsumynduleikum verða

Eingin fótbóltur í tvær vikur

Nú coronasmittan er farin at gera alsamt meira um seg, hava vit valt at fylgja tilmælinum frá heilsumynduleikunum, har mælt verður frá at savnast í størri bólkum. Hetta merkir, at øll ungdómsvenjing i felagnum er avlýst frá í dag og tvær vikur fram. Hetta er ein keðilig støða at vera í, men vit meta hetta átakið at vera neyðugt fyri at minka um smittuvandan. Vit mugu øll standa saman um hetta, og heitt verður tí á øll um at vísa

Ongir áskoðarar í Betri Deildini í mars

Tíðindaskriv frá FSF: Umboð fyri feløgini í Betri Deildini hjá monnum hava í kvøld gjørt av, at fyrstu tvey umførini verða uttan áskoðarar. Øll feløgini í Betri Deildini hjá monnum vóru savnað í FSF húsinum í kvøld, har støðan í deildini var umrødd, eftir at fyrsta umfar var útsett leygardagin. Eftir drúgva viðgerð var avgjørt, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum í mars skulu leikast uttan áskoðarar. – Vit taka tilmælini frá heilsumyndugleikanum viðvíkandi coronasmittuni í stórsta álvara. Saman við læknafrøðiliga

Jákup Thomsen komin heim

Eftir 7 ár uttanlanda, kemur Jákup L. Thomsen nú heim aftur spæla fyri barndómsfelagið. Jákup fór sum 15-ára gamal til Danmarkar, har hann fekk sáttmála við Superliga-felagið FC Midtjylland. Eisini hevur hann verið útleigaður til Skive, Thisted og íslendska felagið FH. Í fjør fekk hann ein krossbandsskaða, og er nú í gongd við at venja upp aftur. Vit bjóða honum vælkomnum heim aftur, og gleða okkum at síggja hann aftur á vøllinum. Meira verður at frætta frá Jákupi seinni.

John Petersen verður høvuðsungdómsvenjari

Margit Bjørklund Ziskason úr ungdómsnevndini, og John Petersen Danin John Petersen verður høvuðsungdómsvenjari hjá HB, eftir at partarnir hava undirskrivað tvey-ára sáttmála. John er 36-ára gamal, og er í løtuni í gongd við at útbúgva seg sum A-venjari. Hann hevur seinastu árini verið høvuðsungdómsvenjari hjá Royn og TB, men hevur nú valt at taka við avbjóðingini her hjá okkum. Og hann er sum vera man sera spentur uppá uppgávuna. – Tað, sum gjørdi, at eg valdi at taka við avbjóðingini,

Fráboðan frá nevndini

Vit í Havnar Bóltfelag standa spyrjandi aftaná at fáa ein teldupost frá FSF, um at fyrsta umfar í Betri deildini er útsett, og ikki verður spælt sum ætlað.  At eingin grundgeving er fyri hesi avgerð, er sera undrunarvert. Felagið, venjarar og fólk rundan um felagið hava arbeitt hart fyri at verða til reiðar til dystirnar í morgin, undir teimum fortreytum sum heilsumynduleikarnir hava mælt til. Tað eru ongar heilsufakligar grundgevingar fyri at útseta umfarið. Tí mugu vit seta spurningar