Venjaratoymið til 1. deild sett

Tað verður Jan Mølvad Laursen, ið kemur at standa á odda fyri okkara 1. deildarliðið hjá monnum. Jan, ið hevur verið høvuðsungdómsvenjari seinastu árini, hevur undirskrivað 2-ára sáttmála. Tí er tað ein maður sum kennir felagið, ið skal standa á odda fyri, og menna okkara 1. deild. Afturat honum verður tað ein annar kenningur, Ransin N. Djurhuus, ið kemur at standa á síðulinjuni. Ransin var í 2019 venjari hjá U17-dreingjum, sum hann leiddi fram til steypafinaluna og FM-heitið. Harumframt verður Eyðun Mørkøre liðleiðari.

Allir leikarar ið hava áhuga at leika við 1. deild, kunnu venda sær til Jan á tlf. 284902, ella á teldupost janml@hb.fo.