Venjarar løgdu fram um 2020

Í gjárkvøldið fingu HB-fjepparar høvi at heilsa uppá nýggja høvuðsvenjaran hjá monnum, Jens Berthel Askou, og fysiska venjaran Sebastian Dam. Heilt fitt av fólki var møtt í HB-húsinum, fyri at hoyra teir báðar greiða frá.

Sebastian byrjaði við at fortelja eitt sindur um týdningin av fysiskari venjing, og hvussu hesin parturin av fótbóltsspælinum hevur ment seg heilt nógv seinastu árini. Eisini kom hann inn á, hvussu týdningarmikið tað er, serliga fyri okkara yngru leikarar, at fáa røttu venjingarmongdina. Bæði fyri at mennast, men eisini fyri at sleppa undan skaðum.

Berthel greiddi eitt sindur frá sínum ætlanum. Hann segði seg vera positivt yvirraskaðan av teimum ungu leikarunum, ið hava vant við hesa vikuna, og at har eru nakrir sum vit absolutt fara at síggja meira til í framtíðini. Viðvíkjandi spælskipan fór hann ikki so nógv í detaljur, men segði at vit skulu vænta at síggja eitt aggressivt lið. At enda bleiv hann spurdur um hvørji mál hann hevði fyri 2020, har hann svaraði greitt:

– Eg spæli fyri at vinna hvønn dyst. Óansæð um vit hava tapt tríggjar á rað ella vunnið tíggju. So spæli eg altíð fyri at vinna. Og tann hugburðin ætlar hann sær at bera víðari til spælararnar.

At enda kom hann við einari áheitan til allar HBarar um at koma og stuðla liðnum. Stuðulin frá áskoðarplássunum hevur so ómetaliga stóran týdning.

Hetta var eitt sera hugnaligt tiltak, har HB-fjepparar fingu høvi at møtast og hoyra eitt sindur um ætlanirnar hjá felagnum. Í januar verður skipað fyri líknandi tiltaki, tá Christopher Harrington kemur at greiða frá um kvinnu- og ungdómsfótbóltin í felagnum. Nærri kunning kemur tá hetta nærkast.