KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - EB/Streymur
sunnudagin 1. oktober
kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
HB - B36
leygardagin 30. september 
kl. 15.00


KÍ - HB
sunnudagin 1. oktober
kl. --.--


 

 


Stuðlar







1. lið10-09-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 21. umfar: HB – TB/FCS/Royn 3-1

Hóast vit komu framum og kundu økt um leiðsluna í fyrra hálvleiki, settu gestirnir seg á dystin í seinna hálvleiki og fingu eisini javnvág í aftur. Men teir megnaðu ikki at koppa gongdini, og tí vunnu vit loksins ein, á pappírinum, greiðan sigur.


Vit vóru klárt omaná í fyrra hálvleiki og spældu okkum fram til fleiri møguleikar 
við góðum og skjótum álopum.

Rókur var við aftur I dag, og hann takkaði fyri álitið, tá tólv minuttir vóru leiktir. Gott spæl endar við, at Stankov, sum um miðjan fyrra hálvleik tíverri mátti fara av vøllinum vegna skaða, sendi bóltin út frá til Rók, sum við góðum fløtum langskoti sendi bóltin í málið.

Rókur átti at økt, tá seks minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, men tíverri rakti hann bóltin so illa, at skotið fór yvir málið. Annars var álopið gott, og innleggið frá Jógvan Róa "top class".

Øssur fekk størsta møguleikan, tá hann løtu seinni varð sendur av stað av Adrian, einsamallur móti málinum. Komin fram móti málmanninum gjørdi hann alt rætt uttan at skora. Royndin fór á stongina.

Suðringarnir vóru ikki serliga vandamiklir í fyrra hálvleiki, talan bara um tvinnar royndir, meira ella minni í senn, tá teir fingu hornastøður. Endin var, at tað seinna hornasparkið fór framvið øllum og út.

Helst hevur verið tosað við stórum bókstavum í umklæðingarrúminum hjá gestunum í hálvleikinum. Teir vóru snøgt sagt sum hamskiftir, tá byrjað varð aftur.

Hóast spælið ikki er av tí vakrasta, hekk liðið betur saman, og longu sendingarnar fram til áleypararnar blivu næskari og næskari.

Ein tílík sending endaði við útjavnandi málinum. Helst eigur Teitur at iðra seg um støðuna, tá Búi Egilsson bleiv sendur avstað, og endin var, at hann sendi bóltin í málið til 1-1.

Fyrstu løtuna eftir málið virkaðu vit heldur kløkkir, og hóast vit royndu at spæla okkum ígjøgnum, vóru við steðgaðir hvørja ferð.

Hjalti, sum var komin inn fyri Stankov í fyrra hálvleiki og royndist væl annars, varð skiftur út fyri Símun Samuelsen. Helst fyri at fáa meira lív í síðurnar. Heri var komin inn fyri Rók nakað áðrenn, og við teimum báðum, Jógvan Róa og Ára, løgdu vit stórt trýst á. Men vit komu ikki rættuliga í gongd, fyrrenn átta minuttir restaðu í.

Málmaðurin hjá gestunum kom uppá millumhond í okkara vinstru síðu, og Símun fór tvísporandi frá honum og sendur ein góðan bólt innfyri. Har var Heri klárur, og við frálíkum skallara legði hann okkum framum aftur. Hetta er samstundis fyrsta málið hjá Hera á okkara besta liði.

Gestirnir mistu tó ikki móti, men royndu at trýsta okkum aftur. Afturfyri kontraðu vit teir beint fyri leiklok. Sera hegnisligt eitt-tvey spæl millum Øssur og Símun, endar við at Símun leggur bóltin tvørtur um til framherjan, sum skorar 3-1 og avgerð dystin.

Samanumtikið ein góður sigur, sum tó lat bíða eftir sær. Men hugaligt tó, at okkara reistu seg eftir tapið í Fløtugerði og eisini megnaðu at halda saman, tá hinir komu uppá javnleik.

Takk fyri gott undirhald og hjartaliga til lukku til okkum øll.


KOYR Á, HB!!!!
 


HAGTØLINI

Effodeildin, 21. umfar sunnudagin 10. september 2017 kl. 17.45 í Gundadali

HB – TB/FCS/Royn 3-1 (1-0)
1-0 Rókur av Fløtum Jespersen 12’
1-1 Búi Egilsson 65’
2-1 Heri H. Mohr 85’
3-1 Øssur Dalbúð 90’

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davidsen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Adrian Justinussen, Rókur av Fløtum Jespersen (Heri H. Mohr 61), Tróndur Jensen, Daniel Johansen, Aleksandar Stankov (Hjalti K. Djurhuus 31 (Símun Samuelsen 83) og Øssur Dalbúð

Óbrúktur eykaleikarar: Bjarti V. Mørk, Sveinur Levi Hanssen, Hans Jákup Annfinsson og Aron Clementsen

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Tróndur Jensen

Dómari: Rúni Gaardbo
Hjálpardómarar: Andreas Petur Hansen og Petur Páll W. Hentze
4. dómari: Akex Troleis


Myndir: Rakul Hansen