KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Mynd: fsf.fo

U17 menn til EM

Landslið20-03-2017 - Jónfinn Petursson

U17 menn: Føroyar – Slovakia 2-1

Seinasti dysturin í Úrmælingakappingini sum í hesum døgum hevur verið leikt á Kýpros varð leiktur í dag. Vunnu okkara dreingir kundu vit spæla okkum víðari í eindaspæli í U17 EM.


Tórur Rasmussen legði okkum framum beint fyri hálva tíman og fimm minuttir inni í seinna hálvleiki økti Hanus Sørensen til 2-0 til okkum.

Bara smáar tíggju minuttir seinni minkaði Marián Pišoja um munin fyri gestirnar, og so var spenningur í aftur.

Okkara ungu menn megnaðu tó at koyra tað heim og kunnu tí breyggja sær av, at hava spælt Føroyar í EM-endaspælið fyri U17 dreingir.

Vit byrjaðu annars við at tapa 0-4 móti Írlandi ið vann bólkin. Í næsta dystinum spældu vit javnleik móit Kýpros, og sum sagt vunnu vit seinasta dystin móti Slovakia.

Vit hava nú spælt okkum í sjálvt endaspælið. Hetta verður avgreitt í døgunum 3. til 19. mai í Kroatia.

Øllum rundanum okkara U17 landslið verður ynskt hjartaliga til lukku við frálíka avrikinum, og bestu eydnu við kappingini viðari.


Koyr á, Føroyar!!!!


HAGTØLINI

U17 dreingir, úrmælskapping 20. mars 2017 kl. 15.00 Paphiakos stadion, Paphos - Kýpros

Føroyar – Slovakia 2-1 (1-0)
1-0 Tórur Jaocbsen 28’
2-0 Hanus Sørensen 45’
2-1 Marián Pišoja 54’

Gult kort: Fróði Rasmunssen, Andrias Edmundsson, Magnus Jacobsen, Steffan Løkin, Bárður á Reynatrøð
Reytt kort: Magnus Jacoben

Liðið: Bárður á Reynatrøð – Elias EI Moustage, Dann Fróðason, Andrias Edmunsson, Fróði Rasmussen (liðsk.), Magnus Jacobsen, Hanus Sørensen, Asbjørn Heðinsson, Stefan Radosavievic (Símun Sólheim 83), Lukas Giessing (Sveinur Olsen 75) og Tórur Jacobsen (Steffan Løkin 69)

Óbrúktur eykaleikari: Bjarti Vitalis Mørk – Jógvan Petersen, Filip í Liða og Sølvi Sigvardsen

Venjarar: Áki Johansen og Pól F. Joensen

Dómari: Andi Koçi (ALB)
Hjálpardómarar: Dennis Rexha (ALB) og Gergios Savva (CYP)
4. dómari: Neophytos Noeohytou (CYP)